Verkætlanin “Viðarlund við Stórá” er ein kommunal verkætlan við stuðli úr Fiskimálaráðnum.
- Endamálið er at gróðurseta eina viðarlund í tilknýti til Ítróttardepilin við Stórá, bæði fyri at skapa lívd og fyri at fríðka um økið.
Tað sigur Tvøroyrar kommuna sum vísir til skriv hjá landsskógarvørðinum, ið eitt nú sigur soleiðis um hesa verkætlan:
- Lendið er sera vælegnað til gróðurseting av eini munagóðari viðarlund, jørðild er djúpt (áskotsjørð frá bóltvøllinum) og gott, og lendið er væl avveitt og væl dánað…"
Lagt verður aftrat, at "… gróðurseting av eini viðarlund á hesum staðnum fer í framtíðini at føra við sær, at uttandura brúksvirðið av ítróttarøkinum fer at økjast munandi, so hvørt sum betur lívd kemur á staðið orsakað av trøunum. Samlaða lendið er stórt, soleiðis at møguleikar eru fyri at víðka munandi um viðarlundina við seinni høvi…"
Tvøroyrar kommuna sigur, tað verður í heyst, at byrjað verður at gróðurseta tær fyrstu 1000 planturnar, ið verða harðfør, skjótvaksandi trø og runnar. Eftir ætlanini verður tað ein blandingur av sitkaelri, alaskapíli og balsamøsp, umframt kaprifolia og fuchsia. Eisini verður roynt at planta sitkagrann.
- Næsta ár er ætlanin at halda fram, og eitt nú at planta kontortafura og berberandi runnar og trø, so sum berberis og alpuroynir, sigur kommunan.