verða góðar 48 milliónir krónur. ? Somuleiðis kann staðfestast, at Klaksvíkar kommuna fyri fyrstu ferð í tíggju ár roknar við einum halli á fíggjarætlanini, men vit royna at tálma hallið við lágari lántøku [...] og virki, varð staðfest, at vinnan í norðoyggjum í teimum bólkum, hon er umboðað, liggur um miðal ella beint omanfyri. Tað fegnast Rani Nolsøe um og sigur, at tað merkir, at ongin kreppa er í norðoyggjum [...] eisini vísti greitt, at ongin týðulig krepputekin eru at hóma, sum nú er. Innsavningin av tølum til hesa kanningina hjá Rasmussen og Weihe hevur vart í fimm ár. Hon fevnir um 89 skip í fiskiflotanum og 12
fyrr í hesum kappingarárinum, og sunnudagin var hann tann heilt sentrali spælarin hjá VÍF, sum ferð aftaná ferð snýtti bæði verjuna hjá Neistanum og síðani Jota í málinum. Skotini hjá Sámali sótu sera væl [...] vestmenningar eisini at gera sær dælt av. Serliga var tað Ingi Olsen, sum hesa løtuna brúkti eitt sindur av sínum mongu royndum og meiri ella minni einsamallur fekk mál burtur úr pressaðu støðunum. Góð breidd
snildasta eisini var tað mest einfalda ? ella øvut, sigur Bjarni Askam Bjarnason, stjóri á Kall, um tankarnar, tey gjørdu sær, áðrenn ?Frælsi í Dós? varð bjóðað fram fyrstu ferð. ?Ger tað einfalt? bleiv gandaorðið [...] Hóast tey ungu ikki beinleiðis sita niðri og hyggja at Degi og Viku ella Læknin hevur orðið, so er familjan sum oftast savnað hesa tíðina á kvøldinum. Og alt bendir á, at tey ungu ikki so sjáldan kveita [...] , inntil onnur tóku yvir í 2004. Tað skeiva Í sær sjálvum var tað onki sermerkt hvørki við dósini ella hugtakinum ?Frælsi?. Tað var ikki fyrr enn hesi bæði vórðu sett saman, at tað byrjaði at gerast áhugavert
spurningur um tíð Mánakvøldið 29. november í fjør fór Marianna til songar sum vanligt. Hvørki hon ella nógv onnur í Hvalba vistu tá um tann fundin, sum tá varð hildin í einum hølum í Havn. Fundurin sum [...] mánaður í stórari óvissu. - Vit fingu einki at vita um nakað sum helst. Eingin segði nakað, hvørki orð ella ei við okkum. Ikki fyrrenn Meinhard Jacobsen kom suður her í farnu viku og segði okkum øllum upp, [...] teimum í løtuni, uttan arbeiðið á flakavirkinum. - Eg eri greið yvir, at tey mugu hava eitt arbeiði ella lærupláss her. Annars rýma tey. Og tey sum fáa sær eina útbúgving, tey koma neyvan aftur, tí tað er
eina endurtøku av fyrru hálvfinaluni mikukvøldið í somu høll. H71 og StÍF bresta tá saman fyri aðru ferð í tríggjar dagar, og ilt er at meta um, hvussu fer at ganga í hesum dysti. Mikukvøldið endaðu strandingar [...] ppingini verður leiktur sunnudagin. Tá skal oddaliðið VÍF aftur ein túr niðan á Háls í Havn, og hesaferð er mótstøðuliðið Neistin. Tað er neyvan ov nógv sagt, at vestmenningar eru stórfavorittar til at [...] als ikki koyrir í løtuni. Tað tykist sum um, at tað í allarflestu førum er upp til antin Áka Mørk ella Damir Oros at verða teir, sum avslutta eitt álop. Sterki vongurin hjá Neistanum, Blagoje Buha, hevur
hon. Sum oftast, tá fólk hava verið í Tilveru og tosað um serliga viðkvom evni. Til dømis incest ella misbrúk av ymsum slagi, vilja fólkini vera dulnevnd. Hetta sær Armgarð als ikki sum ein trupulleika [...] Hóast Tilvera nú hevur eini tíggju ár á baki, so hevur Armgarð ikki torført við at finna menniskju ella evni til sína sending. ? Sjálvandi er tað tungt onkuntíð. So er bara onki evni til eina sending, men [...] Armgarð, sum tó upplivir eitt ávíst trýst, tá onki tilfar er niðurfyri. Sendingin skal jú í luftina eina ferð um vikuna. Hvør hóskvøld klokkan sjey, so hon má og skal hava tilfar klárt. ? Beint nú geri eg sendingina
spældu skjótt og gott hesa løtuna, og teir fingu nógv góð mál í skjótálopunum. Hjá H71 hekk spælið ikki so heilt væl saman. Men teirra bjarging var Halgir Dahl Olesen. Ferð aftaná ferð vísti hann, at hann [...] teir vildu als ikki gevast. Teir fangaðu altíð strandingar aftur, og tað skuldi eisini enda javnt ella H71 skuldu fingið enn og meira burturúr. Men H71 dummaðu seg. Tá ið STÌF komu 25-26 fram um var ikki
ábyrgd, sigur hon. Hon væntar at fáa undirtøku frá bygdarfólkinum, eins og hon higartil hevur fingið hesa lítlu vikuna, handilin hevur verið opin. ?Serliga eldri fólk hava ikki so góðar møguleikar at fara [...] bygdini, heldur hann. Tað er uttanhanda ongan at hava, og keðiligt at noyðast at koyra til Sands, hvørja ferð okkurt manglar. Hann vísir á, at ofta er tað so, at menninir eru til arbeiðis við bilinum, og konan [...] ikki nógv soleiðis í eini knappheit. Annahvørt er so at fáa mannin í Eldhús á veg heim frá arbeiði, ella at bíða, til hann er afturkomin, og so sjálv strúka avstað. Men í Eldhúsi kann eisini vera trongligt
og Dal. Hetta er fjórðu ferð í eitt ár, at lopið er á ella undan vegnum, siga dalbingar. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur tó, at hetta er annað álvarsliga lopið hesa tíðina. Ikki tí. Tað er
vitja sítt fyrsta langommubarn. Tað tykist so løgið, at longu eftir góðum fýra árum eru hvørki omma ella abbi ímillum okkum longur. Eg var stødd umborð 8. desember, tá eg bleiv uppringd av mobiltelefononi [...] alt hevði gingist væl eftir umstøðunum, og at vit nú skuldu bíða til omma kom fyri seg aftur eftir hesa stóru skurðviðgerð. Eg og mamma fóru so inn á stovuna at heilsa upp á teg, áðrenn eg skuldi aftur [...] morgin fór omma at hava tað sum »blomman í egginum«. Omma, ikki droymdi eg um, at tað var seinastu ferð, eg tosaði við teg, og at omma skuldi fáa heilabløðing og doyggja somu nátt. Hugsaði eg logiskt, so