Sámal gjørdi eitt hál

Í einum vánaligum dysti millum Neistan og VÍF á Hálsi var Sámal Joensen ljóspunktið, ið gjørdi, at talan ikki var um spill av tíð

Atlantic Airways kappingin

Tey flestu høvdu helst undan dystinum millum menninar hjá Neistanum og VÍF sunnudagin á Hálsi væntað, at talan fór at gerast um ein lættan sigur til vestmenningar. VÍF vann trygt, men uppgávan gjørdist nokk eitt sindur truplari, enn gestirnir høvdu væntað, og ilt er at meta um, hvat úrslitið hevði verið, um VÍF ikki hevði havt Sámal Joensen við á liðnum.

Tendraðir neistamenn
Tað sást beinan vegin, tá ið dysturin byrjaði, at neistamenn vóru rættuliga uppsettir til dystin, og at teir ætlaðu at geva oddaliðnum úr Vestmanna harða mótstøðu.
At neistamenn vóru so uppsettir, tóktist koma eitt sindur óvart á vestmenningarnar, sum høvdu ilt við at finna stevið fyrstu løtuna. Verjan hjá VÍF var, fyri at siga tað sum tað var, víðopin fyrstu løtuna av dystinum, og neistamenninir høvdu lætt við at koma til opnar møguleikar.
Men so hvørt funnu vestmenningar stevið, og teir tóku seg fram um Neistan, og serliga ein maður hjá VÍF skaraði framúr. Sámal Joensen tykist at verða komin fyri seg eftir skaðan, ið hann hevði fyrr í hesum kappingarárinum, og sunnudagin var hann tann heilt sentrali spælarin hjá VÍF, sum ferð aftaná ferð snýtti bæði verjuna hjá Neistanum og síðani Jota í málinum. Skotini hjá Sámali sótu sera væl, og onkuntíð borðreiddi hann eisini við onkrari tekniskari snildu, har hann lumpaði fleiri mans í verjuni hjá Neistanum, áðrenn hann setti bóltin í netið. Sámal var heilt stóri spælarin sunnudagin, og serliga í fyrra hálvleiki tá ið hann skoraði ikki færri enn níggju mál upp á ein hálvleik.

Buha styrkir Neistaliðið
Hjá Neistanum er tað kærkomin styrkur, at Blagoje Buha nú er komin við aftur eftir drúgvan skaðasteðg í heyst. Buha spældi nakrar minuttir í dystinum móti kollfirðingum fyri góðari viku síðani, men tá var lítið um hann. Sunnudagin vísti Buha tó, at hann er við at koma fyri seg aftur, og hann kann verða við til at lyfta Neistan úr botninum.
Sunnudagin spældi buha fyri tað mesta á høgra bakki og ikki á vinstra vongi, sum vit annars kenna hann best fyri. Ikki tí, Buha tóktist trívast væl á plássinum, og átta mál eru heldur ikki av eini leið.
Sum sagt fór VÍF fram um Neistan um miðjan fyrra hálvleik, men neistamenn góvu ikki skarvin yvir. Hóast aftan fyri við trimum málum í steðginum, so royndi heimaliðið at hanga í gestunum, og hevði tað ikki verið fyri nøkrum týðandi bjargingum hjá Dejan í málinum hjá VÍF, so er ikki óhugsandi, at havnarliðið var komið upp á javnt.
Í eini roynd at órógva álopsspælið hjá VÍF fór Neistin undir at verja 4-2 við monnum frammi á ávíkavist Sámali og Inga. Hetta hevði eisini við sær, at álopsspælið hjá vestmenningum gjørdist tilvildarligt, men hinvegin gjørdist tað samstundis ógvuliga rúmligt í verjuni hjá Neistanum, og tað dugdu vestmenningar eisini at gera sær dælt av. Serliga var tað Ingi Olsen, sum hesa løtuna brúkti eitt sindur av sínum mongu royndum og meiri ella minni einsamallur fekk mál burtur úr pressaðu støðunum.

Góð breidd
VÍF tykist verða ógvuliga væl fyri, og tað skal eisini havast í huga, at sunnudagin var Áki Olsen ikki við vegna leikbann, og Daniel Rapa er heldur ikki við enn. Báðir vóru teir tó millum áskoðararnar. Harumframt er Eli Müller heldur ikki klárur enn, men tá ið hesir tríggir aftur verða at síggja á liðnum hjá VÍF, kann ikki sigast annað enn, at tað sær rættuliga gott út hjá vestmenningum. Komandi vikuskiftið fær VÍF vitjan av kollfirðingum í Vestmanna, og tað plagar ofta at gerast undirhaldandi.
Neistamenn eiga tó eisini eitt sindur av rós fyri dystin sunnudagin. Gamaní eru 37 mál alt ov nógv at lata fara í gjøgnum, men tá ið tað er sagt, so skerst ikki burtur, at avrikið annars hjá Neistanum var eitt tað frægastu seinnu dystirnar. Buha er komin aftur, og tað hevur styrkt liðið, og samstundis tykist tað sum um, at menn nú kenna hvønn annan eitt sindur betur, og av somu orsøk finna hvønn annan lættari á vøllinum. Hugburðurin til dystin móti VÌF var eisini á eini góðari leið, og tað man verða lítið at ivast í, at nøkur stig fer tað at eydnast neistamonnum at fáa til høldar. Sunnudagin fara teir á vitjan hjá StÍF á Skála, og tað er ein sera trupul uppgáva, tí strandingar eru stak væl fyri í løtuni, men fær Neistin nakað burtur úr á Skála, so fer tað uttan iva at lyfta liðið undan næstu dystunum.

Neistin-VÍF 32-37(16-19)
Neistin: Blagoje Buha 8(4), Damir Oros 8(1), Tróndur Kragesteen 6, Freddie Poulsen 3, Helgi Michelsen 3, Ólavur Brimnes 2, Áki Mørk 2
VÍF: Sámal Joensen 13(2), Ingi Olsen 7(1), Áki G. Olsen 5, Harald Bjørgvin 4, Agnar Joensen 3, John Zachariassen 3, Karl Johan Djurhuus 2
Brotskøst: Neistin 7(5), VÍF 4(3)
Útvísingar: Neistin 5, VÍF 7
Dómarar: Heri Petersen og Brandur Johansen - Útvísingarnar vóru í fleiri førum dekan ov tunnar, men annars var avrikið hjá hoyvíkingunum á góðari leið.