So er aftur lopið undan vegnum millum Húsavík og Dal. Hetta er fjórðu ferð í eitt ár, at lopið er á ella undan vegnum, siga dalbingar.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur tó, at hetta er annað álvarsliga lopið hesa tíðina. Ikki tí. Tað er nóg ringt. Men hini bæði, sipað verður til, eru vist slík, har grót er komið á vegin, sum tó eisini kann vera nóg vandamikið.
Í vikuni leyp ein á í Dalsbergi við tí úrslitið, at hon tók part av vegkantinum í niðaru síðu við sær. Gjørt varð av at stongja vegin, meðan ruddað varð, so til ber at fara undir fyrireikingarnar til umvæling.
Menn frá Landsverki hava borað fyri spreinging, har ein betongplattur verður stoyptur á, sum so laðað verður omaná, til tess at halda vegnum innanfyri.
Hetta er púra trygt, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki.
Hann sigur, at ein millión er sett av til forkannignar í samband við tunnilsgerð til Dals.
Sjálvar royndarboringarnar eru komnar væl ávegis, men einki endaligt er avgjørt enn um, hvar ein møguligur tunnil skal vera. Tað, sum eftir verður af pengum, tá forkanningarnar eru lidnar, verður brúkt til projektering og forarbeiði, sigur Oyvindur Brimnes.
Ein tunnils til Dals fer at liggja um eina tveir kilometrar í longd, sigur Oyvindur Brimnes. Samlaði kostnaðurin verður alt eftir, hvussu tunnilin skal gerast. Verður tað ein tvísporaður tunnil, kann roknast við, at hann fer at kosta einastaðni millum 80 og 90 milliónir krónur. Kostnaðurin fyri ein slíkan liggur um 40 milliónir fyri hvønn kilometur, sigur Oyvindur Brimnes.
Verður hinvegin farið undir at gera ein tunnil av sama slagi sum tann til Gásadals, sum er hálvaðru vegbreidd, verður kostnaðurin væl lægri, sigur hann.