Lokali hugburðurin sást aftur

Stórur áhugi var fyri fiskivinnufundinum í Klaksvík mánakvøldið. Undir framløguni kom ikki so nógv nýtt fram, men tað var tó áhugavert at síggja tølini, sum grannskoðaravirkið Rasmussen og Weihe hevur savnað saman frá 1999 til 2003. Rani Nolsøe tosaði um lokala hugburðin til fiskivinnuna og hann sást sanniliga eisini aftur á undirtøkuni

Klaksvík:
Umleið 100 fólk møttu upp til fiskivinnufundin á Tekniska skúla. So ikki kann annað sigast enn, at áhugin fyri fiskivinnuni og støðuni við henni er sera stórur í fiskivinnuhøvuðsstaðnum í landinum. Tað sá heldur ikki út, sum fyrireikararnir høvdu roknað við so nógvum áhoyrarum, so neyðugt var við eykastólum og eyka kopium av tí, sum grannskoðaravirkið seinni legði fram.
Rani Nolsøe, formaður í Heilsunevndini hjá býráðnum, beyð vælkomin og hevði eina stutta frágreiðing um, hvat skuldi henda á fundinum. Síðani tosaði hann eitt sindur um støðuna í fiskivinnuni í norðoyggjum út frá einum kommunalum sjónarmiði. Rani staðfesti millum annað, at fá fiskiloyvi eru seld úr Klaksvík, og hann legði dent á, at lokali hugburðurin, sum er í Klaksvík uttan iva hevur gjørt sítt til, at støðan er so fræg, sum hon nú einaferð er.
? Lokalur hugburður hevur ofta ein negativan klang í fleiri samanhangum, men júst tá tað kemur til fiskivinnuna, kann ikki annað sigast enn, at hann hevur havt ein serstakliga positivan týdning fyri fiskivinnuna, segði Rani Nolsøe millum annað og legði dent á, at tað nevniliga var lokali hugburðurin í Klaksvík, sum endurreisti fiskivinnuna eftir kreppuna fyrst í nítiárunum.

Fyrsta hallið í tíggju ár
Tá Rani var liðugur við sína røðu, tók borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen orðið. Hann gjøgnum gekk nøkur av lyklatølunum í fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2005. Hann tók skemtandi til, at hann bleiv nakað nervøsur, tá hann hoyrdi Rana í útvarpinum mánadagin á middegi tosa um, hvussu væl tað stendur til við fiskivinnuni í norðoyggjum.
? Tað, sum Rani sjálvandi ikki nevndi var, at alivinnan her norðuri er illa fyri, segði borgarstjórin.
Út frá lyklatølunum, sum Steinbjørn greiddi frá, kundi hann staðfesta, hvussu ómetaligan stóran týdning fiskivinnan hevur fyri norðoyggjar. Hann greiddi frá gongdini í árunum 1988, 90, 93, 95, 2000 og 2005. Tað vil siga frá árinum, tá vinnan toppaði til árið, tá hon rakti botnin og so støðuna fyri fimm árum síðani og í dag.
Millum annað staðfestu lyklatølini, at íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu í 1993 vóru 1,4 milliónir krónur, meðan tær í 2005 verða góðar 48 milliónir krónur.
? Somuleiðis kann staðfestast, at Klaksvíkar kommuna fyri fyrstu ferð í tíggju ár roknar við einum halli á fíggjarætlanini, men vit royna at tálma hallið við lágari lántøku og við at hækka skattaprosentið, greiddi borgarstjórin frá. Hallið á fíggjarætlanini 2005 verður umleið 23 milliónir krónur.

Ongin krepputekin
Útfrá kanningini hjá Rasmussen og Weihe kundi staðfestast, at fiskivinnan í norðoyggjum eftir umstøðunum hevur tað gott.
Tað var Claus Rasmussen, sum samanbar skip og virki í norðoyggjum við onnur, og hann legði dent á, at tær versnandi tíðirnar í Føroyum í dag als ikki kunnu samanberast við tíðina síðst í áttatiárunum.
? Tá var ongin eginpeningur, og skuldin var ovurhondsstór, staðfesti hann.
Út frá samanberingunum við onnur skip og virki, varð staðfest, at vinnan í norðoyggjum í teimum bólkum, hon er umboðað, liggur um miðal ella beint omanfyri. Tað fegnast Rani Nolsøe um og sigur, at tað merkir, at ongin kreppa er í norðoyggjum enn.
? Vinnan hevur tað gott her norðuri, minus alivinnuna sjálvandi, men annars gongur tað væl, sigur Rani Nolsøe og leggur afturat, at lyklatølini, sum borgarstjórin tosaði um eisini vísti greitt, at ongin týðulig krepputekin eru at hóma, sum nú er.
Innsavningin av tølum til hesa kanningina hjá Rasmussen og Weihe hevur vart í fimm ár. Hon fevnir um 89 skip í fiskiflotanum og 12 av flakavirkjunum í landinum.
Rasmussen og Weihe staðfesti millum annað, at línuflotin er sera sterkur, hóast tíðirnar ikki eru so góðar, sum tær hava verið.
? Línuflotin er sterkur í dag, og árið 2003 royndist heilt væl. Men vit vænta ikki, at 2004 royndist eins væl ? millum annað tí, at agnið er dýrkað so nógv, greiddi Bjarni Poulsen frá. Tølini frá 2004 eru ikki tøk enn.
Tá tað kemur til flakavirkini í landinum royndist 2003 ikki so væl, kom fram í kanningini hjá Rasmussen og Weihe. Munandi afturgongd hjá virkjunum og hørð kapping. Lønirnar og kappingin um rávøruna seta krøv til virðisøking.
? Gongdin í 2003 ger, at roknast kann við stórum hallum í 2004, segði Bjarni Poulsen.