Nýggjur handil í Skálavík

Skálvíkingar hava fingið nýggjan matvøruhandil í bygdina, eftir at hálvtannaðhundrað ára gamli handilin á Mølini lat aftur herfyri. Leygardagin lat nýggja Dalabúðin upp

Dalabúðin lat upp í Skálavík seinasta leygardag. So nú sleppa skálvíkingar frá at fara heilt heim á Sand at keypa supputerningar og medistarapylsu.
Í tí fyrsta húsinum, ið komið verður til, tá koyrt verður til Skálavíkar, hevur Gudmai Midjord latið upp nýggjan matvøruhandil. Hon nevnir handilin Dalabúðin, sum vísir til, at vit eru stødd í Innara Dali í Skálavík.
Her eru allar vanligar gerandisvørur at fáa, og tað dámar skálvíkingum væl. Serliga teimum, sum ikki hava dagliga atgongd til bil, kemur tað væl við, siga fólk í Skálavík, sum vóru í handlinum, hendan dagin, Sosialurin vitjaði.

Sjálvstøðug
Hetta er sjálvstøðugur handil. Soleiðis at skilja, at hann er ikki við í nakrari handilsketu, sum mangir aðrir bygdarhandlar eru, greiðir Gudmai Midjord frá. Hetta er hennara verk og ábyrgd, sigur hon.
Hon væntar at fáa undirtøku frá bygdarfólkinum, eins og hon higartil hevur fingið hesa lítlu vikuna, handilin hevur verið opin.
?Serliga eldri fólk hava ikki so góðar møguleikar at fara av bygdini til handils, sigur hon. Og hjá teimum kemur tað tí sera væl við, at handil nú aftur er í bygdini.
Eisini hjá teimum, sum arbeiða aðrastaðni, væntar hon, at tað verður ein fyrimunur at handla í Skálavík heldur enn eitt nú á Sandi, tí hon hevur longri opið seinnapart enn bæði handlarnir á Sandi hava, og gamli handilin í Skálavík hevði.
Opið er hvønn dag frá klokkan níggju á morgni til klokkan seks á kvøldi. Fríggjakvøld tó til klokkan sjey og leygardag til klokkan tvey seinnapart.

Allar Eysturbygdirnar
Kundagrundarlagið er í løtuni úr øllum Eysturbygdunum, sigur Gudmai Midjord. Ein handil hevur verið í Húsavík, sum hevur havt opið nakrar fáar tímar um dagin. Men hann er stongdur í løtuni. So fólk haðani koma til Skálavíkar at keypa. Tað er styttri enn at fara til Sands.
Hóast eingin rættiligur handil hevur verið í Skálavík, síðan handilin á Mølini lat aftur, hevur tó verið møguligt hjá skálvíksfólki at fingið neyðsynjarvørur sum breyð og mjólk og okkurt soleiðis smávegis í pylsuvogninum í bygdini. Men har er ikki opið allan dagin, og úrvalið er heldur ikki rættiliga tað sama sum í einum vanligum matvøruhandli, sigur Gudmai Midjord.
?Jú, hetta er hent at hava fingið aftur í bygdina, heldur Dánjal Jacob Lydersen, sum støkkur inn á gólvið at keypa okkurt smávegis, sum skal brúkast her og nú. Ein handil eigur at vera í bygdini, heldur hann. Tað er uttanhanda ongan at hava, og keðiligt at noyðast at koyra til Sands, hvørja ferð okkurt manglar.
Hann vísir á, at ofta er tað so, at menninir eru til arbeiðis við bilinum, og konan er eftir í Skálavík. Tá gerst ikki nógv soleiðis í eini knappheit. Annahvørt er so at fáa mannin í Eldhús á veg heim frá arbeiði, ella at bíða, til hann er afturkomin, og so sjálv strúka avstað. Men í Eldhúsi kann eisini vera trongligt eftir arbeiðstíð, tí har letur aftur klokkan hálvgum seks, og har skulu øll avgreiðast á veg heim av flakavirkinum.
Nei, so er líka frægt at koyra beina leið til Skálavíkar og fara í Dalabúðina, sum letur aftur kokkan seks, halda fegnir skálvíkingar.