Tríggir dystir í høvuðsstaðnum

Fult umfar er í endaspælinum í Atlantic Airways-kappingini hetta vikuskiftið, og allir tríggir dystirnir verða leiktir í høvuðsstaðnum.

Nú farið er undir endaspælið í fremstu mansdeildini í hondbólti, økist spenningurin alsamt, og dystirnir um vikuskiftið kunnu geva eina ábending um, hvørji lið eru at rokna sum møguligir avbjóðarar til tey bæði fremstu liðini VÍF og Kyndil.

Hvussu sterkir eru kollfirðingar?
Leygardagin eru tveir dystir á skránni. Í høllini á Hálsi fær Kyndil, sum farna vikuskifti misti oddasessin til vestmenningar, vitjan av KÍF, sum nú hevur vunnið seg upp á bronsuplássið beint aftan fyri Kyndil á stigatalvuni.
Seinasta sunnudagin vann KÍF ein uppibornan sigur á Neistanum í Hoyvík, meðan Kyndil snávaði á Skála. Mikukvøldið tapti Kyndil enn einaferð, tá ið vestmenningar vunnu við einum máli í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Tá sat at kalla alt KÍF-liðið á áskoðaraplássunum, og uttan iva hava teir lært nakað av vestmenningum, sum megnaðu at forða Kyndli í at skora meira enn fimm mál í ein heilan hálvleik.
Hinvegin ætla kyndlamenn sær óivað at prógva, at ósigurin á Skála sunnudagin og á Hálsi mikukvøldið ikki eru nakað tekin um, at teir hava mist stevið. Leygardagin hevur Kyndil Janus Einar Sørensen við aftur, eftir at hann noyddist at verða millum áskoðararnar mikukvøldið, tí at hann fekk reyða kortið á Skála.

Endurtøka av mikukvøldinum
Í Hoyvík verður eisini ein dystur leygardagin, og tá verður talan um eina endurtøku av fyrru hálvfinaluni mikukvøldið í somu høll. H71 og StÍF bresta tá saman fyri aðru ferð í tríggjar dagar, og ilt er at meta um, hvussu fer at ganga í hesum dysti.
Mikukvøldið endaðu strandingar omaná við einum máli, men tað skal sigast, at tá kundi tað eins væl enda við, at tað vóru hoyvíkingar, ið endaðu omaná.
StÍF tykist av álvara verið komið fyri seg eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið, og við sigrinum á Kyndli farna sunnudagin fingu teir kanska júst tí neyðugu innspræningina av sjálvsálitið, sum liðið hevur tørv, nú endaspælið er byrjað.
Hoyvíkingar hava hinvegin ikki havt marginalarnar við sær í seinastuni, men í Hoyvík vóna teir óivað, at eydnan fer at verða við teimum móti strandingum leygardagin, so at tað aftur fer at eydnast teimum at fáa nøkur stig til høldar.

Vestmenningar stórfavorittar
Bert tann eini dysturin í Atlantic Airways-kappingini verður leiktur sunnudagin. Tá skal oddaliðið VÍF aftur ein túr niðan á Háls í Havn, og hesaferð er mótstøðuliðið Neistin. Tað er neyvan ov nógv sagt, at vestmenningar eru stórfavorittar til at vinna henda dyst.
Gamaní noyðist VÍF at verða Áka Olsen fyriuttan, eftir at hann fekk reyða kortið í dystinum móti Kyndli mikukvøldið, men tað eigur ikki at verða nøkur forðing fyri, at VÍF vinnur ein tryggan sigur á Neistanum.
Neistin tapti sum áðurnevnt fyri kollfirðingum sunnudagin, og tann dysturin staðfesti enn einaferð, at spælið hjá havnarliðnum als ikki koyrir í løtuni. Tað tykist sum um, at tað í allarflestu førum er upp til antin Áka Mørk ella Damir Oros at verða teir, sum avslutta eitt álop. Sterki vongurin hjá Neistanum, Blagoje Buha, hevur verið skaddur í drúgva tíð, men farna vikuskiftið var hann eina løtu á vøllinum í dystinum móti kollfirðingum, uttan at hann tó fekk nakað serligt burturúr. Sunnudagin royndist Ólavur Brimnes, sum kanska hevur verið frægasti neistamaðurin í ár, í hvussu so er betur á