- Tá ?Frælsi í Dós? varð veruleiki, var tað úrslitið av tí tí stuttligasta og mest spennandi samstarvinum, eg havi verið við í sum lýsingarmaður, sigur Høgni Rasmussen, stjóri á lýsingarfyritøkuni Sansir, ið hevði kreativu ábyrgdina av Frælsi-lýsingunum, inntil onnur tóku yvir í 2004.
Tað skeiva
Í sær sjálvum var tað onki sermerkt hvørki við dósini ella hugtakinum ?Frælsi?. Tað var ikki fyrr enn hesi bæði vórðu sett saman, at tað byrjaði at gerast áhugavert, greiðir Høgni frá
- Frælsi er jú eitt grúðiliga hátíðarligt og kensluborið orð, og var tað ikki minst tá, fyri tveimum árum síðani, tá fullveldiskjakið var í hæddini, og orðið var á tremur við politiskum týdningum. Tí var tað als ikki óhugsandi, at fullveldisfólk fóru at fata lýsingina sum eina óreina provokatión, ella at sambandsfólk fóru at ákæra okkum fyri at føra ósømligt fullveldispropaganda.
Tað vardi heldur ikki leingi, fyrr enn tilsipingar til nýggja slagorðið vóru at hoyra av tingsins røðarapalli, men onkusvegna eydnaðist tað ?Frælsi í Dós? at skáka sær undan møguligum óhepnum politiskum reaktiónum og náa ætlaða endamálinum líka frá byrjan.
- Tankin var allatíðina at skapa eitt konsept, sum skuldi fáa fólk at smílast eitt sindur undrandi. Í sínum útgangsstøði er samansetingin ?Frælsi í Dós? jú ein andsøgn, øll sum hon er. Ein dós er nærum ímyndin av onkrum innistongdum, meðan frælsi er nakað, sum spreingir øll mørk. Og so var tað eisini okkurt rættiliga løgi í at brúka eina dós, sum vit vanliga seta í samband við mat, til eitt evarska lítið Sim-kort.
Skeiva samansetingin skuldi geva eina mynd av eini ósjálvhátíðarligari fyriøku, sum fyrst av øllum var til fyri kundarnar. Høgni er sannførdur um, at orsøkin, til at tað hóast alt eydnaðist so væl at fáa boðskapin fram, var, at Kall frá fyrsta degi var óvanliga tilvitað um, júst hvørji virði ?Frælsi í Dós? skuldi signalera.
Við einum fremmandum orði snúði Frælsi-lýsingarnar seg um ?branding?, eitt hugtak, sum kanska best kann lýsast sum heildarkenslan, eitt virki signalerar. Skal tað eydnast, má tað vera samanhangur millum tað, sum virkið er og ger, og upplivilsi, kundin fær, tá hann brúkar vøruna ella til dømis ringir til fyritøkuna. Sambært Høgna er ?brandið? sostatt onki minni enn sjálvt grundarlagið, ein fyritøka hvílir á. Nú á døgum er júst hetta ofta tað, ein lýsingarfyritøka skal hjálpa fyritøkuni at seta orð á, men í hesum førinum var tað arbeiðið longu gjørt. Og so var bara at fara í gongd.
Ger tað einfalt!
Á Kalli vóru tey sannførd um, at løtan at sleppa ?Frælsi í Dós? leyst á marknaðin var røtt. Men tey vóru eisini greið yvir, at tey vóru uppi móti einum risa, og at tað ikki var nokk, at vera skjótari enn hann. Tey máttu eisini vera snildari. Og ikki óvæntað vísti tað seg, at tað snildasta eisini var tað mest einfalda ? ella øvut, sigur Bjarni Askam Bjarnason, stjóri á Kall, um tankarnar, tey gjørdu sær, áðrenn ?Frælsi í Dós? varð bjóðað fram fyrstu ferð. ?Ger tað einfalt? bleiv gandaorðið frá byrjan uppá allar mátar. Kjarnin í ?Frælsi í Dós? konseptinum var jú, at fólk bara nýttust at keypa eina dós og so orðna restina sjálvi uttan at skula fylla pappírir út o.s.fr.
- Tað einfalda var gjøgnumhugsað niður í minsta smálut. Sjálv dósin er jú ein sera einfaldur lutur. Fólk kenna hana aftur, og øll vita, hvussu man fær hana upp, sigur Bjarni og leggur afturat, at enntá framleiðslan av dósini kundi neyvan vera einfaldari. Frælsi-dósirnar eru nevnliga tær somu, sum tær, Kovin í Sandavági brúkar til rognframleiðslu, og verða eisini framleiddar har við somu maskinum og í sama sniði.
Út á gøtuna
Við einum spildurnýggjum konsepti og vøruni i hondini vóru allar kreftir settir inn fyri at náa málbólkin, sum í fyrstu atløgu var tey ungu millum 13 og 25. Og tí var tað ikki av tilvild, at Frælsi-lýsingarnar vóru at síggja stórt sæð alla aðrastaðni enn í sjónvarpinum. Tá nú alt bendi á, at tað ikki var frammanfyri sjónvarpsskíggjanum, tey ungu vóru at finna, ráddi um at raka tey, har tey nú einaferð vóru. So í staðin fór Frælsi-átakið ?on the road? við James Olsen á odda, sum hevði smíðað tvey Frælsi-løg, meðan tey á Platform serveraðu Frælsi-drykkir og FCK-heppigenturnar dansaðu í Frælsi-klæðum til Frælsi-tónleik o.s.fr
- Avgerðin um at droppa sjónvarpslýsingarnar fekk veruliga ferð á hugflogið. Alt bleiv í prinsippinum ein potentiellur lýsingarmøguleiki, bussar, húsaveggir o.a., men í byrjanini vóru tað nokk allar tær øðrvísi ?happenings?, sum fingu mest uppmerksemi. Ikki minst, tá vit valdu at brúka Listaskálan sum karm, tá herferðin fór í gongd, sigur Henny á Líknagøtu, samskipari av átakinum.
At brúka tjóðsavnið sum lopfjøl fyri eitt so handilsligt átak var passaliga provokerandi til at savna fleiri hundrað fólk í Listasavninum tann dagin í novembur 2002. Og ikki minst nóg øðrvísi til at fólk ongantíð kundu vera heilt vís í, hvar Frælsi-lýsingarnar stungu nøsina fram næstu ferð. Jólakalendarar vóru fólk til dømis fyrireikaði uppá, tá desembur mánaði nærkaðist, men ein Kall-kalendara á Rás2 við Elin í Stórustovu og James Olsen sum vertum, var neyvan tað fyrsta tey komu í tankar um.
- Rás2 var uppløgd, tí vit vistu frá kanningum, at rásin er rættiliga væl umtókt millum tey ungu. Hugskotið við einum jólakalendara var eisini tað mest eyðsýnda júst tá, men ikki beinleiðis orginalt. Tí bleiv tað til Kall-kalendaran í sendingini Ódnin, har fólk millum annað kundu luttaka í eini spurnarkapping, har James so handaði vinningarnir á torginum í SMS dagin eftir, greiðir Henny frá. Seinni skipaði Kall fyri enn eini kapping, har fólk sendu privatmyndir inn, og vinnandi myndirnar síðani vóru prentaðar á talutíðarkortini.
- Eitt er at gera eitt nýskapandi lýsingarátak. Men tað má ongantíð blíva so øðrvísi, at fólk ikki kenna seg aftur í tí. Tað stuttliga við myndakappingini var jú, at fólk sóðu seg sjálvan ella onkran, tey kendu, aftur á kortunum. Slíkt kanst tú neyvan gera aðrastaðni, men í Føroyum kanst tú, so sjálvandi var tað ein møguleiki, sum skuldi brúkast, sigur Henny
Hvør av øðrum ...
Samstarvið millum Kall, SMS og Rás2 var uttan iva eitt tað mest vælskipaða dømi uppá ?co-branding?, vit hava sæð í Føroyum. Co-branding gongur í stuttum út uppá, at fleiri fyritøkur ella merki fáa gagn av tí uppmerksemi, hvør av teimum megnar at skapa.
- Við at flætta tiltøkini í SMS og sendingina í Rás2 saman við ?Frælsi í Dós? miðaðu vit sjálvandi ímóti at fáa so nógvar SMS kundar og Rás2 lurtarar, sum gjørligt, til eisini at gerast Kall-kundar. Júst hetta samstarvið var ætlað rættiliga tíðiliga í lýsingarherðferðini, men co-branding tankin letur beinanvegin upp fyri eini ørgrynnu av øðrum møguleikum, tú als ikki gevur tær far um í byrjanini, sigur Bjarni og adúkar samstundis, at næstu ferð tú fert í Havnar Bio, átti tú at hugt nærri at pop-korn pakkanum ...
Ikki skrottað enn
Men um útgangsstøði fyri ?Frælsi í Dós? átakinum var, at tey ungu ikki hyggja í sjónvarp, hvussu ber tað so til, at vit júst nú nettupp síggja Frælsi-lýsingar á sjónvarpsskíggjanum?
- Tí tú lærir av tínum royndum allatíðina. Úrslitið av kanningunum av sjónvarpsvanunum hjá teimum ungu hevur víst seg ikki at vera so eintýtt, sum vit fyrst hildu. Hóast tey ungu ikki beinleiðis sita niðri og hyggja at Degi og Viku ella Læknin hevur orðið, so er familjan sum oftast savnað hesa tíðina á kvøldinum. Og alt bendir á, at tey ungu ikki so sjáldan kveita at lýsingunum, tá sjónvarpið allíkavæl er frá, sigur Bjarni, sum ikki dylur yvir, at ?Frælsi í Dós? átakið higartil hevur eydnast betri enn nakar tordi at vænta.
- Men fyri tað eru allar súður ikki syftar. At skaffa so nógvar Frælsi-kundar, sum gjørligt, var bara fyrsta stigið á leiðini. Stóra avbjóðingin liggur í at tryggja sær, at teir verða verandi Frælsi-kundar. Um vit framhaldandi fara at brúka dósina at halda uppá teir er óvist, men hon er ikki skrottað enn. Hvør veit, kanska var meir í henni enn vit hildu ... , grunar stjórin á Kalli.









