tiltøkum í fleiri ár, og teir siga, at tað er heilt týðuligt, at venjarar og dómarar hava gott av at tosa saman undir øðrvísi umstøðum, enn teir annars hittast undir, tá teir so at siga eru í arbeiði, sigur Petur [...] skriv, og vit vóna at síggja so nógvar av teimum, sum tað á nakran hátt ber til. Eg veit ikki, um Dómarafelagið hevur sent sínum limum skriv, men dómararnir skulu vita, at vit vóna at síggja teir. Tankin [...] Tað skulu teir kanska heldur ikki vera, men vit halda, at tað hevði hjálpt pørtunum at skilja hvønn annan, um teir tosaðu saman. Tí er tað, at vit hava tikið stig til hetta. Á skránni verður m.a. »Stevnan
tjóðskaparspurningin. Málið er at fáa í lag avtalu, sum ger, at Føroyar fáa sjálvstýri beinanvegin. Sambært ST-viðtøkum, sum danir hava bundið seg til at fylgja, so eiga danir at hjálpa føroyingum í síni f [...] gera dønum púra greitt, at ætlanin at seta føtur undir egið borð, fáa eina føroyska grundlóg og taka við teimum skyldum og rættindum, ið tað gevur. At fáa álit frá Føroya fólki at standa á odda í frælsi [...] Vit eiga at gera upp støðuna Føroyar Danmarkar ímillum. Onnur leið er ikki gongd. Gevur veljarin Tjóðveldisflokkinum álit at standa á odda í føroyskum politikki, so fer flokkurin beinanvegin at fáa í lag
r í Havn, á Tvøroyri og í Vági hava boðað frá, at teir umhugsa støðu sína í Føroya Handverkarafelag. Men nú kundi ymiskt bent á, at Tvøramenn eru við at hálsa um aftur. Í síðstu viku skuldi aðalfundur [...] einmælt at melda seg úr Føroya Handverkarafelag. Hesin spurningur hevði uttan iva verið tikin uppaftur á regluliga aðalfundinum. O Ásmund Bærendsen metir tað sum eina roynd at sabotera tað málið, at hvørki [...] hvørki formaðurin, ella næstformaðurin møttu upp á aðalfundinum. Tvøramenn siga, at støðan er tann, at fráboðanin um at melda seg úr Føroya Handverkarafelag skal verða latin meginfelagnum seinast seks vikur
fund á tingloftinum, har vit kundu staðfesta, at semja var ikki um at stuðla Landsstýrinum í at fara undir samráðingar. Ónøgd var eisini um at Landsstýrið ikki hevði kunnað bólkin um skriv, sum vóru send [...] sigur Bjørn á Heygum og vísir aftur, at hetta er at tosa við tveimumtungum. Fyri nøkrum døgum síðan segði tú við Sosialin, at tað ikki var nakar trupulleiki at lata Edmund Joensen fara niður, tí hann [...] sum longst, tí vit vónaðu at fyrningarfreistin fór at verða útsett einaferð aftrat. Tá tað ikki eydnaðist, varð bólkurin upploystur, sigur Bjørn á Heygum, og leggur aftrat, at hansara støða í málinum er
Keypmannahavn, at føroysku fólkatingsmenninir ikki gera arbeiði sítt til lítar, og at Jóannes Eidesgaard »gongur í fólkatinginum og spælir klovn?« Tað er skiljandi, at danir halda hetta vera at spæla klovn [...] og tann danska. So kunnu vit siga, at ein føroyskur fólkatingsmaður er fólkatingsmaður, eins og allir hinir - og at um hann ikki vil vera tað, so hevur hann einki at gera á Christiansborg. Men tað sum [...] Eidesgaard er valdur á fólkating upp á er júst at hava ta støðu, hann hevur. Upp undir fólkatingsvalið førdi Javnaðarflokkurin fram, at hann ikki fór at taka lut í donskum innanríkispolitikki, og Gud náði
sigur, at tað er greitt, at málið skal loysast og at sjúkrasystrarnar fara at gera tað, sum er neyðugt fyri at loysa málið. Hon vil ikki siga eitt orð um, hvørjir møguleikarnir eru. Men tær fara at gera [...] sum sigur, at hann verður settur í verk 1. oktober. Joan Ziskason, formaður í sjúkrasystrafelagnum sigur, at tað er tann beri ruðulleiki úti á Landsjúkrahúsinum í løtuni av tí, at ongin er til at savna teir [...] Ziskason sigur, at tí noyðast sjúkrasystrarnar at gera tað sjálvar. Fyribils kallaði sjúkrasystrafelagið bæði yvirsjúkrasystir og øllum deildarsjúkrasystrunum á kreppufund í gjárkvøldið at umrøða, hvussu
Serlæknafelagið sigur, at nú er at vóna, at sáttmálaviðurskiftini ímillum sjúkrasystrafelagið og Fíggjarmálastýrið fáast í rættlag skjótt, so at farast kann undir arbeiðið at byggja upp og menna Land [...] hevði fund hósdagin, og tá varð gjørt av, at limirnir í felagnum kunnu góðtaka tað nýggja uppskotið og at teir tískil eru sinnaðir at vera við í arbeiðnum at seta tað í verk. Samstundis hevur serlæknafelagið [...] boðað frá, at tær eru til reiðar at fara í verkfall einaferð afturat. Afturímóti tí vilja serlæknarnir undir ongum umstøðum góðtaka eina tvístreingjaða leiðslu. Teir siga, at tað er ómøguligt at reka Lan
Vit vita ikki, hvat fer at henda, tá ið vit fáa eina oljuvinnu í Føroyum, tí er skilagott longu nú at tosa um, hvussu og hvar oljuvinnan fer at draga til sín. Tað kann vera, at vit fáa eitt heilt annað [...] teir fyrilit fyri tí vanda, at øll oljuvinnan varð miðsavnað. Í dag kunnu norðmenn fegnast um, at teir gjørdu so neyvar fyrireikingarnar undan oljuvinnuni, tí oljan hevur so at siga onga skaðiliga ávirkan [...] eyga eiga vit at fyrireika okkum væl, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum. Hvussu fer oljuvinnan at draga til sín Eftir summarfrítíðina er ætlanin, at ein arbeiðsbólkur
er greitt, at fíggjarlógin kundi sæð heilt øðrvísi út. Tað eru nakrir ressursir í hesum samfelagnum, sum tú roynir at lata vera at brúka av nógvum orsøkum, men ikki minst av teimum orsøkum, at tú skal umstilla [...] hann er vónsvikin av, at tað ikki bar til at minka um útreiðslurnar til tað almenna. Men hetta hevur tað so ikki verið politiskur meiriluti fyri. Jørgen Niclassen dylur ikki fyri, at hansara øki, fiskivinnan [...] tveir mánaðir at fáa avgreitt, hvussu tað verður við málinum. -Tá hetta árið er farið mugu vit hava fugl ella fisk. Tað ber ikki longur til at bíða og drála. Jørgen Niclassen ivast ikki í, at Tjóðveldisflokkurin
ótaldar - bæði lands og kommunalar - íløgur, og noyddist í nítiárunum at brúka orkuna til at standa ímóti við og at rinda veðhald. At henda støðan so aftur kemst av vantandi tilrættalegging, eini landplanlegging [...] til endamálið at taka fullveldi um eini tvey ár. Á hesum stað er somuleiðis víst á ferð eftir ferð, at neyðugt er at skapa ein sjálvberandi búskap, áðrenn Føroyar verða proklameraðar at vera eitt fullveldi [...] í meiri enn 20 ár, men sum skal liggja á hesum sinni. Umframt at ásanna, at ein raðfesting fyri íløgur vantar, ásannar løgmaður eisini, at fíggjarlógin er hækkað í milliónatali, síðani «sjálvstýrislandsstýrið»