Aftur ófriður á Landssjúkrahúsinum

Nú er reinur ruðulleiki á Landssjúkrahúsinum, tí síðani 1. juli hevur ongin røktarfaklig leiðsla verið, sigur Sjúkrasystrafelagið

? Tað er tann reini ruðuleiki á Landssjúkrahúsinum. Og tað skal fáast í rættlag.

Nú er aftur ófriður á Landssjúkrahúsinum.

Og støðan nú er so mikið álvarslig, at í gjárkvøldið høvdu sjúkrasystrarnar kreppufund um málið.

Joan Zikason, formaður í sjúkrasystrafelagnum, sigur at í løtuni er ongin røktarfaklig leiðsla á Landssjúkrahúsinum og tað kann undir ongum umstøðum ganga.

Eftir nýggju bygnaðarbroytingunum skuldi starvið sum fyristøðukvinna takast av.

Og tað varð tað hósdagin 1. juli.

Og nú er tað sjúkrahúsleiðarin sjálvur, Jákup Mørkøre, sum hevur røktarfakligu leiðsluna.

Hesa ábyrgdina skuldi hann hava til 1. oktoer, tá ið nýggjur bygnaður skuldi setast í verk.

Men tað vilja sjúkrasystrarnar ikki góðtaka, tí tað hevur hann ikki forteytir fyri. Stór ósemja er eisini um nýggja bygnaðin og tað er ongin sum sigur, at hann verður settur í verk 1. oktober.

Joan Ziskason, formaður í sjúkrasystrafelagnum sigur, at tað er tann beri ruðulleiki úti á Landsjúkrahúsinum í løtuni av tí, at ongin er til at savna teir røktarfakligu træðirnar.

Hon sigur, at hon er júst afturkomin úr London av fundi hjá altjóða sjúkrasystrafelagnum.

? Eftir at hava umrøt støðuna á tí fundinum er Landssjúkrahúsið einasta sjúkrahús í øllum heiminum, sum onga røktarfakliga leiðslu hevur, sigur Joan Ziskason.


Kreppufund

Hon sigur, at sjúkrasystrarnar taka hetta málið í størsta álvara.

? Vit hava roynt at loysa málið, áðrenn tað kom so langt. Vit hava m.a. verið í sambandi við bæði Fíggjarmálastýrið og Almanna- og Heilsumálastýrið, men hvørki stýrið vil taka ábyrgdina av málinum og loysa tað

Joan Ziskason sigur, at tí noyðast sjúkrasystrarnar at gera tað sjálvar.

Fyribils kallaði sjúkrasystrafelagið bæði yvirsjúkrasystir og øllum deildarsjúkrasystrunum á kreppufund í gjárkvøldið at umrøða, hvussu málið skal loysast. Men hon sigur, at tað er greitt, at málið skal loysast og at sjúkrasystrarnar fara at gera tað, sum er neyðugt fyri at loysa málið.

Hon vil ikki siga eitt orð um, hvørjir møguleikarnir eru. Men tær fara at gera tað, sum er neyðugt og tað útihysir ikki tiltøkum, sigur Joan Ziskason.