Møttu ikki á aðalfundi

Hvørki formaðurin ella næstformaðurin í Tvøroyrar handverkarafelag møttu á aðalfundinum hjá felagnum

Støðan hjá handverkarum verður fløktari og fløktari. Handverkarar í Havn, á Tvøroyri og í Vági hava boðað frá, at teir umhugsa støðu sína í Føroya Handverkarafelag.

Men nú kundi ymiskt bent á, at Tvøramenn eru við at hálsa um aftur.

Í síðstu viku skuldi aðalfundur verða í Tvøroyrar handverkarafelag.

Men fundarfólkið mátti so nakkalangt avstað aftur sum av torvheiðum.

Tí tað heilt óvanliga hendi, at hvørki formaðurin, ella næstformaðurin í felagnum møttu upp á aðalfundinum.

Og sostatt var aðalfundurin ikki viðtøkuførur.

Ein annar nevndarlimur, Ásmund Bærendsen sigur, at lógirnar hjá Tvøroyrar Handverkarafelagnum siga, at minst tríggir nevndarlimir og átta vanligir limir skulu møta upp á aðalfundi fyri at fundurin skal vera viðtøkuførur.

­ Støðan í Tvøroyrar handverkarafelag er tann, tveir av nevndarlimunum eru burtur í øðrum londum og arbeiða. Og av teimum báðum eykalimunum, er tann eini farin á skúla.

­ Nú eru so bara fýra nevndarlimir eftir.

­ Og táið so tveir ikki møta upp, er fundurin ikki viðtøkuførir, og vit máttu so fara til húsar aftur.

Eitt týðandi mál á skránni á aðalfundinum var limaskapurin í Føroya Handverkarafelag.

Á eykaðalfundi herfyri samtykti Tvøroyrar Handverkarafelag einmælt at melda seg úr Føroya Handverkarafelag.

Hesin spurningur hevði uttan iva verið tikin uppaftur á regluliga aðalfundinum.

O Ásmund Bærendsen metir tað sum eina roynd at sabotera tað málið, at hvørki formaðurin, ella næstformaðurin møttu upp á aðalfundinum.

Tvøramenn siga, at støðan er tann, at fráboðanin um at melda seg úr Føroya Handverkarafelag skal verða latin meginfelagnum seinast seks vikur áðrenn aðalfundin í Føroya Handverkarafelag.

Føroya Handverkarafelag hevur aðalfund 16. mai.

Sostatt var síðsta freist hjá tvøramonnum at boða FH frá útmeldingini, er sostatt í morgin.

Men tað hevur felagið ongan møguleika til nú.

Aðalfundur verður nú einaferð eftir páskir.

Tí tekur Ámund Bærendsen tað sum eina roynd at seta fót fyri útmeldingini úr Føroya Handverkarafelag, at formaðurin og næstformaðurin ikki møttu á aðalfundin.

­ Teir vistu, at tríggir nevndarlimir eru burtur, og at fundurin tí ikki var viðtøkuførur um teir ikki møttu upp.

Hvørki formaðurin ella næstformaðurin í Tvøroyrar handverkarafelag vóru ikki at hitta í gjár.