Kanna avleiðingarnar av oljuvinnu á føroyska mentan

- Avleiðingarnar av eini møguligari oljuvinnu kunnu verða ógvuliga stórar, eitt nú er vandi fyri, at tað sum er upprunaføroyskt og gamalt, viknar og fánar burtur. Men tað eigur og skal ikki henda, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður

Vandi er í hvørjari vælferð, vita vit, og tí er altíð skilagott at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Tískil er Undirvísingar- og mentamálastýrið farið í gongd við at kanna, hvørjar avleiðingar ein møgulig oljuvinna í Føroyum fær á føroysku mentanina og mentunarlívið sum heild.

- Norðmenn kannaðu, áðrenn teir fóru undir eina veruliga oljuvinnu, hvørjar avleiðingar oljuvinnan fór at hava á mentanina og samfelagið sum heild. Teir løgdu ymisk viðurskifti til rættis soleiðis, at oljuvinnan ikki fekk so stóra ávirkan á samfelagið beinanvegin. Eitt nú tóku teir fyrilit fyri tí vanda, at øll oljuvinnan varð miðsavnað. Í dag kunnu norðmenn fegnast um, at teir gjørdu so neyvar fyrireikingarnar undan oljuvinnuni, tí oljan hevur so at siga onga skaðiliga ávirkan havt á samfelagið. Við hesum fyri eyga eiga vit at fyrireika okkum væl, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum.


Hvussu fer oljuvinnan at draga til sín

Eftir summarfrítíðina er ætlanin, at ein arbeiðsbólkur undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum verður settur at viðgera hesi viðurskifti og vandamál.

- Avleiðingarnar av eini møguligari oljuvinnu kunnu verða ógvuliga stórar. Eitt nú kann ein avleiðing verða, at tað sum er upprunaføroyskt og gamalt, viknar og fánar burtur. Tað eigur og skal ikki henda. Vit vita ikki, hvat fer at henda, tá ið vit fáa eina oljuvinnu í Føroyum, tí er skilagott longu nú at tosa um, hvussu og hvar oljuvinnan fer at draga til sín. Tað kann vera, at vit fáa eitt heilt annað samfelag tá enn vit hava í dag. Ein spurningur í hesum sambandi er, hvussu útjaðarin og útoyggjarnar tá verða fyri.

Hinvegin kann ein møgulig oljuvinna eisini hava positiva ávirkan á føroyska mentan í og við, at hon kann verða við til at seta pengar í mentanina?

- Púra rætt, og har haldi eg hugskotið hjá Gunnari Hoydal, rithøvundi, um, at ein pottur av hvørjari oljutunnu fer til føroyska mentan er skilagott. Á tann hátt verða mentanin og mentalívið styrkt, og harvið ávirkanin uttaneftir fyribyrgd í ein mun, sigur Signar á Brúnni.