Hvør spælir klovn á danatingi

Fólkatingsmaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard hevur verið nógv umtalaður síðani fólkatingsvalið, ið førdi við sær, at hann gjørdist tungan á vágskálini í donskum politikki. Eitt nú hava »partamenn« hansara í fólkatinginum funnist at honum, tí hansara støða m. a. førdi við sær, at danski javnaðarflokkurin ikki fekk fólkatingsformannin

Í Sosialinum nú um dagarnar sigur Rolf Guttesen, lektari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, at føroysku fólkatingsmenninir ikki gera arbeiði sítt til lítar, og at Jóannes Eidesgaard »gongur í fólkatinginum og spælir klovn?«


Tað er skiljandi, at danir halda hetta vera at spæla klovn. Men her eiga vit at minna á viðferðina, sum danski Javnaðarflokkurin við Poul Nyrup Rasmussen á odda gav føroyska Javnaðarflokkinum við Maritu Petersen á odda.


Arrogant og yvirlegið kroysti danska stjórnin avgerðir niður yvir landsstýri og løgting - uttan at føroysku politikararnir høvdu somu fyritreytir fyri at kenna avleiðingarnar - tí stjórnin ikki segði teimum allan sannleikan!


Slíkt er ikki álitisvekjandi - slíkt er álitisniðurbrótandi, og er orsøkin til kølnaðu viðurskiftini millum javnaðarflokkarnar báðar, hin føroyska og tann danska.


So kunnu vit siga, at ein føroyskur fólkatingsmaður er fólkatingsmaður, eins og allir hinir - og at um hann ikki vil vera tað, so hevur hann einki at gera á Christiansborg.


Men tað sum Jóannes Eidesgaard er valdur á fólkating upp á er júst at hava ta støðu, hann hevur. Upp undir fólkatingsvalið førdi Javnaðarflokkurin fram, at hann ikki fór at taka lut í donskum innanríkispolitikki, og Gud náði Jóannes Eidesgaard, brýtur hann hetta lyfti til veljaran.


Nyrup helt, at hann kundi kroysta Jóannes Eidesgaard undir sítt veingjabreiði, men tað megnaði hann ikki. Nú stríðist stjórnin av øllum alvi at vinna atkvøðuna hjá Jóannesi fyri Hvítusunnupakkanum. Men í avtalu við leiðsluna í danska Javnaðarflokkinum í mars varð gjørt greitt, at Jóannes fór at stuðla stjórnina í kardinalspurningum, um fáast kundi ein nøktandi avtala millum stjórnina og landsstýrið um uttanlandsskuldina, um skuldarspurningin og um framtíðarstøðu Føroya.


Í skrivandi stund er samráðingarvirksemið í gongd á Christiansborg.


Jóannes Eidesgaard eigur at standa stinnur í síni støðu. Nyrup og Lykketoft gera sjálvir av framtíðina hjá donsku stjórnini: Verður úrslitið rímiligt - ja so fellir Jóannes Eidesgaard ikki stjórnina!


So fáa vit at síggja, hvør spælir klovn við hvørjum!