Í kvøld leiktu Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali fyrstu meistaraskapsfinaluna móti FH á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.
Valur vann dystin 37-32. Í steðginum stóð á jøvnum 16-16. Sambært Morgunblaðnum var dystargongdin hendan: 1:2, 4:5, 7:5, 7:9, 12:12, 16:16, 21:17, 24:19, 25:23, 29:25, 33:28, 37:33.
Bjarni skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hann legði upp til eitt mál (assist). Allan kom ikki á máltalvuna, men hann avrikaði væl í verjupartinum.
Longu mánakvøldið klokkan 20.30 hittast liðini aftur í Kaplakrika-høllini á Hafnarfirði. Tríggjar dagar seinni er aftur dystur í høllini á Hlíðarenda. Spælt verður best av fimm dystum. Endar tað við fimm dystum, so verður fimti og avgerandi dysturin leiktur í høllini á Hlíðarenda.











