Serlæknarnir hava nú góðkent nýggja leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum

?Serlæknarnir á Landssjúkrahúsinum hava nú givið uppskotinum um nýggjan leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum tað blaá stemplið. Men enn eru allar súðir verri enn so syftar, tí sjúkrasystrafelagið sigur framvegis blankt nei

Felagið hjá føroysku serlæknunum hevur nú endaliga góðkent uppskotið, sum Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, hevur gjørt til nýggjan leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum.

Serlæknafelagið hevði fund hósdagin, og tá varð gjørt av, at limirnir í felagnum kunnu góðtaka tað nýggja uppskotið og at teir tískil eru sinnaðir at vera við í arbeiðnum at seta tað í verk.

Samstundis hevur serlæknafelagið góðkent starvslýsingina eftir depilsleiðara.

Serlæknafelagið sigur, at sáttmálaviðurskiftini ímillum felagið og Fíggjarmálastýrið hava verið greið síðani november 1998.

?So í tí sambandi er onki sum forðar fyri, at lýst verður eftir depilsleiðara.

Serlæknafelagið sigur, at nú er at vóna, at sáttmálaviðurskiftini ímillum sjúkrasystrafelagið og Fíggjarmálastýrið fáast í rættlag skjótt, so at farast kann undir arbeiðið at byggja upp og menna Landssjúkrahúsið, tí tað hevur ligið á láni í alt ov langa tíð.

Tað, sum felagið sipar til, er, at sjúkrasystrafelagið vil ikki góðtaka uppskotið til nýggjan leiðslubygnað, og vil tí heldur ikki góðtaka starvslýsingarnar.

Eftir nýggja leiðsluuppskotinum, verður talan um eina einstreingjaða leiðslu, har ein leiðari, sum vanliga verður ein lækni, einsamallur skal hava endaliga ábyrgdina av hvørjum depli.

Hinvegin skal skulu varaleiðarar setast og teir skulu vanliga vera sjúkrasystrar.

Sjúkrasystrafelagið vil undir ongum umstøðum góðtaka eina einstreingjaða leiðslu.

Tí tær krevja røktarfakligt umboð í leiðsluna á jøvnum føti við læknarnar.

Sostatt vilja tær ikki hoyra talan um annað enn eina tvístreingjaða leiðslu á Landssjúkrahúsinum.

Tær hava fyrr verið í verkfalli uppá hetta máli og tær hava boðað frá, at tær eru til reiðar at fara í verkfall einaferð afturat.

Afturímóti tí vilja serlæknarnir undir ongum umstøðum góðtaka eina tvístreingjaða leiðslu.

Teir siga, at tað er ómøguligt at reka Landssjúkrahúsið við felags leiðslu.

Tað er dømt at miseydnast, tí at hava tveir leiðarar á jøvnum føti kann ikki føra til annað enn ruðulleika, siga serlæknarnir.

Tí má tað verða ein leiðari, sum einsamallur hevur endaligu ábyrgdina.

Sostatt er lagt upp til eitt heitt summar á Landssjúkrahúsinum.

Tí Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri, hevur boðað frá, at leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum skulu verða loyst fyri 1. september.