Framtíð Føroya skal tryggjast við loysing

Í stevnuskrá Tjóðveldisfloksins kunnu vit í grein 1 m.a. lesa: »Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins.

Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins ella ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur?


Tíverri hevur ikki eydnast at vinna á mál í tjóðskaparstríðnum, og mangir av okkara tjóðskaparmonnum, sum nú liggja undir grønu torvu, høvdu vent sær í grøvini, um teir høvdu sæð, hvussu ótrúliga illa vit føroyinar eru viðfarnir sum tjóð; serliga tey seinastu árini.

Veljarakanningar í seinastuni vísa, at alsamt fleiri føroyingar taka undir við Tjóðveldisflokkinum, sum aftur og aftur hevur víst á, at ríkisrættarliga støða føroyinga hevur gjørt okkum til ólukkudýr í egnum landi. Heimastýrislógin ? »Det smukkeste blad i Danmarks historie« hjá Javnaðarflokkinum hevur sjálvandi ikki alla skuldina fyri gongdina í Føroyum tey seinastu árini, men hon er rótin til vanlukkuna.

Støða Tjóðveldisfloksins er greið: Vit eiga at gera upp støðuna Føroyar Danmarkar ímillum. Onnur leið er ikki gongd.

Gevur veljarin Tjóðveldisflokkinum álit at standa á odda í føroyskum politikki, so fer flokkurin beinanvegin at fáa í lag samráðingar við danir um tjóðskaparspurningin. Málið er at fáa í lag avtalu, sum ger, at Føroyar fáa sjálvstýri beinanvegin. Sambært ST-viðtøkum, sum danir hava bundið seg til at fylgja, so eiga danir at hjálpa føroyingum í síni frælsisstremban. Sostatt eigur at bera til at fáa eina tillagingartíð við sonevnda »blokkinum« úr Danmark samstundis sum uttanlandsskuldin verður avgreitt yvir ávíst áramál.

Tað er ógvuliga umráðandi, at føroyingar nú gera dønum púra greitt, at ætlanin at seta føtur undir egið borð, fáa eina føroyska grundlóg og taka við teimum skyldum og rættindum, ið tað gevur.

At fáa álit frá Føroya fólki at standa á odda í frælsisstrembanini er en spurningur um trúvirði. Tað áliggur teimum, sum verða vald at umboða Tjóðveldisflokkin á tingi, at halda fast við tjóðskaparkósina; finna varandi loysnir, sum eru haldgóðar fyri hin einstaka føroyingin og alt samfelagið.


Súni í Hjøllum,

aðalstjórnarlimur

Tjóðveldisfloksins