Oddagrein gav endurljóð

Oddagreinin í Sosialinum leygardagin gav afturljóð. Løgmaður ásannar, at nú má ein raðfesting gerast fyri tær mongu íløgurnar, sum landsstýrið annaðhvørt hevur í umbúna at gera, ella sum landsstýrið partvíst er farið undir.

Somuleiðis krevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at ein raðfesting verður gjørd. Og hetta er tvingandi neyðugt, um vit ikki skulu enda í somu støðu sum í áttatiárunum, tá bæði tær privatu og tær almennu íløgurnar vóru alt ov stórar, um vit samanbera við tjóðarúrtøku okkara.


Tann einfaldi lærusetningurin hjá búskaparfrøðinginum, Keynes, var, at í tíðum við góðum konjunkturum kundi tað almenna halda aftur, tí tá gjørdi privata fyritakssemið íløgur. Øvugt skuldi tað almenna fremja útbyggingar, tá konjunkturirnir vóru lágir fyri á tann hátt at halda virkseminum uppi.


Hetta er jú sára einfalt. Tað almenna skuldi jú havt orku at gjørt íløgur fyrst í nítiárunum, tá meginparturin av privata vinnulívinum lá í andaleypi. Men tað almenna hevði partvíst brúkt alla sína orku í áttatiárunum til ótaldar - bæði lands og kommunalar - íløgur, og noyddist í nítiárunum at brúka orkuna til at standa ímóti við og at rinda veðhald. At henda støðan so aftur kemst av vantandi tilrættalegging, eini landplanlegging, sum raðfestir bæði kommunalar og landsætlanir, er ein annar spurningur, sum er reistur á hesum stað í meiri enn 20 ár, men sum skal liggja á hesum sinni.


Umframt at ásanna, at ein raðfesting fyri íløgur vantar, ásannar løgmaður eisini, at fíggjarlógin er hækkað í milliónatali, síðani «sjálvstýrislandsstýrið» tók við. Tað er, sum danskt dagblað hevur víst á, í andsøgn til endamálið at taka fullveldi um eini tvey ár.


Á hesum stað er somuleiðis víst á ferð eftir ferð, at neyðugt er at skapa ein sjálvberandi búskap, áðrenn Føroyar verða proklameraðar at vera eitt fullveldi. Um hetta fer politiska slagið at standa: Skulu vit hava fullveldi og eina skiftistíð, ella skulu vit gera avtalu um eina tillagingartíð, og tá hon er liðug taka fullveldi, sjálvstýri

ella hvat barnið fer at eita. Í øllum førum er greitt, at nógvir samfelagstættir - t.d. sjúkrahúsverkið og pensjónsøkið - eru ikki væl fyri hvat viðvíkur pening til rakstur. Harafturat vita vit, at verða bara eykajáttanirnar framskrivaðar, hækkar fíggjarlógin meiri enn hundrað milliónir krónur. Og tað ber føroyska samfelagið neyvan, tí vinnuligu inntøkurnar eru bart út ov smáar.