Nú skal skipaflotin endurnýggjast Nú skal skipaflotin endurnýggjast

-Eg ætli mær innan tveir mánaðir at hava greitt, um uppskltið til endurnýgging av fiskiskipaflotanum verður fuglur ella fiskur

-Tað hevði verið ynskiligt, at fíggjalógin var minni, men hetta kemst ikki uttan um við tí lønarvøkstri, sum hevur verið og hækkingunum í pensiónunum. Men vit kunnu staðfesta, at búskapurin veksur skjótari enn fíggjarlógin, og tað er at fegnast um. Klára vit at halda fast um tað, so leypir meira og meira av, og úrslitið uppá eina hálva milliard í yvirskoti er gott hóast alt heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri tingið. Men hann er vónsvikin av, at tað ikki bar til at minka um útreiðslurnar til tað almenna. Men hetta hevur tað so ikki verið politiskur meiriluti fyri.

Jørgen Niclassen dylur ikki fyri, at hansara øki, fiskivinnan verður skert. Eitt mál, sum hann tó ætlar at fáa gjøgnumført í ár er spurningurin um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Í fjør vórðu settar 40 mill. kr. men orsakað av ósemju í samgonguni varð als ikki møguligt at fáa undirtøku fyri einum uppskoti at leggja fyri tingið. Tjóðveldisflokkurin var hart ímóti, hóast hann hevur skrivað undir hetta í samgonguskjalinum. Hesar somu 40 mill. kr. standa nú aftur á verandi fíggjarlóg, og ætlar Jørgen Niclassen sær innan fyri tveir mánaðir at fáa avgreitt, hvussu tað verður við málinum.

-Tá hetta árið er farið mugu vit hava fugl ella fisk. Tað ber ikki longur til at bíða og drála.

Jørgen Niclassen ivast ikki í, at Tjóðveldisflokkurin fer at taka undir við sínum uppskoti, tí teir hava skrivað undir uppá hetta í samgonguskjalinum.

Vit spurdu løgmann, um hann er nøgdur við uppskotið, sum tað fyriliggur. Hann sigur, at eftir umstøðunum er hann nøgdur. -Tað eru nakrir faktorar, sum tú ikki ávirkar so nógv.

Men livir hetta fíggjarlógaruppskotið upp til andan í fullveldisætlanini hjá landsstýrinum!

-Tað er greitt, at fíggjarlógin kundi sæð heilt øðrvísi út. Tað eru nakrir ressursir í hesum samfelagnum, sum tú roynir at lata vera at brúka av nógvum orsøkum, men ikki minst av teimum orsøkum, at tú skal umstilla hetta samfelagið segði løgmaður í eini stuttari viðmerking.