hoyrdist, at hestafelag varð sett á stovn; hvat man javnstøðunevndin fara at til siga, at ryssur sleppa ikki upp í part? Ferð eftir ferð er at hoyra á teimum, ið betur skuldu vita, at Føroyar kemur, fer [...] av Steinum Menn fóru og fara burtur; torvið varð borið burtur, og hønur kunnu verpa burtur, men eingin hevur nakrantíð sagt, at ærin kastar vekk. Tað er heilt órímiligt, sum fólk eru farin at nýta hetta [...] neyðugt at greiða frá øllum út í æsir, men nú skulu øll velja, tá ið tey skulu gera okkurt, og tað ljóðar mangan tápuligt: Eg fari á ólavsøku, og ikki: Eg velji at fara á ólavsøku. "Eg svari", fyri: "Eg
Sea Shepherd viðhaldsfólki er stórur í løtini. Paul Watson og hansara fólk hava vent kanónunum ímóti donskum politikarum, tí teir ikki vilja steðga grindadrápi í Føroyum. Túsundtals mótmælisbrøv eru seinastu [...] fingið upp í 200 teldubrøv um tíman. Nógv av teldubrøvunum eru ófantalig og ágangandi, og ein av politikarunum er hóttur eftir lívinum. - Eg havi fingið nakrar hóttanir eftir mínum lívi. Tað eru fólk, sum siga [...] hevur viðført hóttandi teldubrøvini. - Eg skal ikki siga, at brøvini koma frá leiðsluni í Sea Shepherd, men tey koma í øllum førum frá fólki, ið hava tilknýti til hana, sigur Martin Henriksen.
stórbýum, har nógv fólk búgva og skulu ferðast skjótt millum arbeiðið og heimið. Meginøkið í Føroyum er longu knýtt saman í eitt infrakervi. – Tað eru í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera undirsjóvarbreytir [...] útbygt og betrað. – Ferðasambandið í Føroyum er eisini gott. Nú Sandoyartunnilin er latin upp fyri ferðslu, hava 91% av Føroya fólki fast vegasamband. Suðuroyartunnilin verður í løtuni fyrireikaður, og tá hann [...] (metro) í Føroyum, og hava ikki av álvara arbeitt við málinum. Hvørki, tá undirsjóvartunlarnir vórðu gjørdir, ella nú Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður, sigur hann. Síðani vísir hann á, at í frágreiðingini
dansa føroyskan dans, at fara í biograf osfr - tí hetta var ikki í tráð við Bíbliuna. Í dag vilja fólk ivaleyst flenna at hesum, men hettar var eitt álvarsmál fyri ein prest serliga í einari føroyskari bygd [...] tað so, at í fólkakirkjuni krevst prestlæra fyri at gerast prestur. Prestur hevur altíð verið høgt í metum í Føroyum. Og framvegis man tað vera so, at prestar eru av best lærdu fólkum her í landinum. Bispur [...] n hevur sett ljót spor í heimssøguni. Fólk eru blivin brend á báli, hongd og pínd í Guds navni. Orsøkin var mannaskapt hatur og sjálvrættvísi. Spurningurin til okkum, ið liva í dag, er: hvat høvdu vit
fjøltátta okkara samfelag. - Í Klaksvík verður skipað fyri nógvum ymsum tiltøkum, at fólk kunnu ganga, renna, svimja, hyggja at filmi, lurta eftir fyrilestrum, fara til konsert, fara upp á gólv, fáa okkurt nýtt [...] Aftur í ár verða Torradagar í Klaksvík, fyri klaksvíkingum og øllum øðrum føroyingum, sum tey sita tað Torradagarnir verða alla næstu viku í døgunum 20-25 februar - Torradagar er mentanarvikan, sum er [...] ak í Klaksvík sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sum bjóðar øllum vælkomnum at vera við. Navnið Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini og var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól
eisini tá, so hava báðir møguleika til at fara á Evroparundferð. Kappingin er skipað soleiðis, at tað eru lokalfinalur allastaðni runt í ríkinum. Kappast verður í tveimum vikuskiftum, og vinnararnir sleppa [...] sleppa við á rundferðina. Tað verða sostatt eini 50 fótbóltsglað fólk, sum fara avstað. Kristian "Ugens gæstetipper" Klaksvíkingurin Kristian Joensen vann heiðurliga tittulin hjá Dansk Tipstjeneste "Ugens [...] Hann kundi vinna ein túr niður á Anfield Road at hyggja eftir Liverpool, men ferðin var bert úr Esbjerg og aftur, so hann tók ikki av. Hann vinnur í staðin eina Adidas-drakt. - Sjálvandi eri eg eitt sindur
at hugna sær ókeypis í hoppiborg longu klokkan 10 leygarmorgunin, og í tímunum millum klokkan 15 og 17 verður ókeypis barnatiltak í tjaldi, har Kular Røtur og Angela og Hannibal fara at luttaka. Seinnapartin [...] ókeypis morgunmatarborði. Felags morgunmatarborðið plagar at savna nógv fólk, serliga heiman av Sandi, men eisini fólk úr øðrum bygdum í oynni. Nógv ymiskt verður á skrá á seinsummartiltakinum, bæði til børn [...] royna 7D Biograf. Beint eftir døgurða verður skjótikapping Úti í Støð, har steyp verða latin nummar 1,2 og 3. Tíðliga seinnapartin leygardagin verður greitt frá søgnini um Gívrina, og í hesum sambandi verður
kann í longdini fara at merkja, at nøkur sethús fara at gerast tøk til yngra ættarliðið í Fuglafirði, og soleiðis kann íbúðarbyggingin í ávísan mun fara at hava eina tvífalda effekt. Sum skilst í Fuglafirði [...] Í Fuglafirði fyrireika tey seg nú til íbúðarbygging Úti á Landi, tey rópa. Í hesum sambandi er jørðarbeiðið nú byrjað, og í morgun setti borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, spakan í. Á [...] at tey í Fuglafjarðar kommunu nú fáa leigubústaðir, verða eisini nøkur tvíhús bygd í nýggju útstykkingini við Bøveg í Fuglafirði, har tey fyrstu húsini eru komin upp, og onnur eru í gongd. Eisini í Fuglafirði
stjóran í Nærverkinum, Mary í Garði, og formannin í Trivnaðartænastuni, Jóannes N. Dalsgaard, og tey søgdu seg vera samd við forkvinnuna í Javna og Turið Jacobsen. Tey menningartarnaðu í Føroyum mangla [...] Dalsgaard sigur, at vit í Føroyum royna at arbeiða eftir andanum í donsku lógini. Men tað ber ikki til at arbeiða eftir einum anda. Tað heldur ikki í longdini, sigur Jarvin Feilberg Hansen. - Uttan lógarfest [...] har beiggin býr, rýmdu, tí arbeiðsumstøðurnar vóru ótolandi. Í sama blaði staðfesti forkvinnan í Javna, Anna Eldevig Háberg, at vit í Føroyum hava ein verjuleysan bólk, sum ikki rópar hart, og tí tykist
tættari við økið, sum Fuglafjarðar kommuna er í. Eysturoyggin og Suðurstreymoy verða mest sum sama øki. Tunnilin fer at hava stóran týdning fyri nógv fólk í Føroyum. Hetta er nakað sera positivt og fer við [...] - Skálafjørðurin, Eysturoyggin og Norðoyggjar fara at njóta væl av nýggja sambandinum við Suðurstreym. Fólk kunnu búgva í okkara øki og arbeiða ella lesa í Havn. Fjarðstøðan til høvuðstaðin styttist munandi [...] har. Eivin Breiðaskarð vísir á, at tað eisini liggur í kortunum, at farið verður undir at byggja íbúðir í Fuglafirði innan stutta tíð, møguliga longu í ár. Hetta er ein spennandi ætlan, sum meira verður