NÆRVERK
Ein bólkur í Føroyum livir uttan rættartrygd. Hetta hava bæði Javni og Nærverkið staðfest. Meðan grannalond okkara hava nýggjar lógir um verjar til menningartarnað og nýggjar servisulógir við krøvum um virkisætlanir og menningarætlanir fyri fólk á bústovnum, so hava Føroyar eina verjulóg frá 1922, onga servisulóg og eingi lógarfest krøv til virkisætlanir ella menningarætlanir.
Turið Jacobsen, sum hevur ein beiggja við Down’s syndromi, greiddi í Sosialinum hósdagin frá, at hon hevði mist álitið á almennu føroysku skipanini, eftir at beiggi hennara var fyri harðskapi, uttan at tað fekk nakrar fylgir, og eftir at øll starvsfólkini á stovninum, har beiggin býr, rýmdu, tí arbeiðsumstøðurnar vóru ótolandi.
Í sama blaði staðfesti forkvinnan í Javna, Anna Eldevig Háberg, at vit í Føroyum hava ein verjuleysan bólk, sum ikki rópar hart, og tí tykist at vera gloymdur. Fríggjadagin hevði Sosialurin samrøðu við stjóran í Nærverkinum, Mary í Garði, og formannin í Trivnaðartænastuni, Jóannes N. Dalsgaard, og tey søgdu seg vera samd við forkvinnuna í Javna og Turið Jacobsen. Tey menningartarnaðu í Føroyum mangla eitt lógarverk, og umsitingin í Nærverkinum og starvsfólkini undir Trivnaðartænastuni hava ongar lógarheimildir at taka útgangsstøði í.
Formaðurin í Trivnaðartænastuni viðgekk, at tey royna at fylgja andanum í donsku lógunum, tí føroysku lógirnar eru avoldaðar, og í summum førum mugu starvsfólk eisini fara út um føroysku lógina, tí lógin um verju er so stív, at tað hevur ov stórar avleiðingar fyri tann einstaka menningartarnaða, um hon verður fylgd.
Kunnu ikki arbeiða eftir anda
Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jarvin Feilberg Hansen, sigur at manglandi lógarverk um tey menningartarnaðu ger arbeiðið hjá starvsfólkunum trupuplt og ótrygt. Starvsfólkini í bústovnum eru limir í Pedagogfelagnum, og Jarvin Feilberg Hansen, sigur hann umboðar sínar limir fyrst og fremst, men tað er greitt, at vánaligar arbeiðsumstøður eisini ávirka búfólkini.
- Jóannes N. Dalsgaard sigur, at vit í Føroyum royna at arbeiða eftir andanum í donsku lógini. Men tað ber ikki til at arbeiða eftir einum anda. Tað heldur ikki í longdini, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
- Uttan lógarfest krøv og skipað eftirlit er lætt hjá stovnum og starvsfólki bara at gera sum minst. Tí er tað fakliga stoltleikanum hjá pedagogunum fyri at takka, at so nógv verður gjørt fyri at menna og stuðla teim menningartarnaðu í dag, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum, sum eisini eftirlýsir skipaða eftirútbúgving av pedagogum.
Meðan barnaansingarstovnar hava ein normeringslykil, sum sigur, hvussu nógv starvsfólk skulu til hvussu nógv børn, so er eingin líknandi lykil fyri bústovnar hjá menningartarnaðum. Eingi krøv eru um, at starvsfólkatalið skal setast, so at búfólkini fáa tað, sum tey hava tørv á.
- Men tað nyttar einki at fylla meira starvsfólk inn, tá eingi krøv og ongar reglur eru fyri sjálvum arbeiðnum, staðfestir formaðurin í Pedagogfelagnum. Sjálvur hevur Jarvin Feilberg Hansen arbeitt bæði á donskum og føroyskum stovnum fyri menningartarnað, og hann sigur, at stórur munur er á.
- Meðan danska skipanin setur greið krøv um viðgerðar- og virkisætlanir, so eru eingi krøv í Føroyum. Her arbeiða vit bara í blindum, vit gera okkara besta, men vit sakna bæði lógir og eftirlit, staðfestir hann.
Broyta toppin av ísfjallinum
Jarvin Feilberg Hansen sigur, at landstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum er ríkur í orðum, men tað nyttar ikki við føgrum orðum, tá einki hendir.
- Og vit mugu bara staðfesta, at á økinum fyri tey menningartarnaðu hendir alt ov lítið. Hetta er sera óheppi, tí tað er skjótt til, at starvsfólk missa bæði mót og hug at leggja nógva orku í eitt arbeiði, tá alt bara hvílir á teirra egnu fakligheit, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Vánaligu bygningarnir, sum bústovnar húsast í, eru eitt sjónligt dømi um, hvussu lítið hetta økið verður raðfest. Nógvir pengar og nógv orka verða brúktir til viðlíkahald av bygningum, sum ikki egnað seg til endamálið.
Jarvin Feilberg Hansen sigur, at bygnaðarbroytingarnar, har Nærverkið og Trivnaðartænastan vóru sett á stovn í staðin fyri gomlu umsitingina, bara eru yvirflatiskar broytingar. Mann hevur broytt toppin av ísfjallinum, men niðri undir liggur framvegis eitt tungt økið, sum er fullkomilia afturúrsilgt samanborið við grannalond okkara.
- Verjulógin skal broytast ongantíð ov skjótt, men vit hava snakka um hetta so leingi, og einki hendir. Tað sama við donsku servisulógini, sum kom í gildi í 1996. Pedagogfelagið hevur gjørt vart við, at vit hava brúk fyri einari líknandi lóg, men einki hendir, staðfestir Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum.