Leygardagin 26. august, sum er komandi leygardag, verður árliga seinsummartiltakið á Sandi, har lagt verður fyri leygarmorgunin klokkan 10 við stórum ókeypis morgunmatarborði. Felags morgunmatarborðið plagar at savna nógv fólk, serliga heiman av Sandi, men eisini fólk úr øðrum bygdum í oynni.
Nógv ymiskt verður á skrá á seinsummartiltakinum, bæði til børn og vaksin, og sermerkt fyri tiltakið er, at at kalla alt er ókeypis - undantikið tað, tú sjálv/-ur velur at keypa.
Børnini sleppa at hugna sær ókeypis í hoppiborg longu klokkan 10 leygarmorgunin, og í tímunum millum klokkan 15 og 17 verður ókeypis barnatiltak í tjaldi, har Kular Røtur og Angela og Hannibal fara at luttaka. Seinnapartin leygardagin sleppa børnini eisini at royna 7D Biograf.
Beint eftir døgurða verður skjótikapping Úti í Støð, har steyp verða latin nummar 1,2 og 3.
Tíðliga seinnapartin leygardagin verður greitt frá søgnini um Gívrina, og í hesum sambandi verður skipað fyri gongutúri við ferðaleiðara at hyggja eftir bundna steininum yviri á Bartalstrøð.
Tíðliga seinnapartin fer Føroya Seyðahundafelag at skipa fyri framvísing við minnisvarðan.
Bæði Listasavnið og Bygdasavnið í Koytu fara at hava opið leygardagin frá klokkan 14 til 16, og í tímunum millum klokkan 15 og 17 fara Sandshavið og Føroya Bjór at bjóða ókeypis smakkiroyndir. Lions fer eisini seinnapartin leygardagin at hava søluframsýning í Gamla skúla við steinprenti
Klokkan 16 verður fyrilestur við Una Árting um eldgos og skógarvøkstur, og í tímunum frá klokkan 18 til 22 fara Ørvaroddar at grilla grís.
Størsta einstaka tiltakið á seinnsummardegnum á Sandi verður ókeypis konsertin, sum byrjar klokkan 19 leygarkvøldið. Her fara Signar í Homrum, Lív Næs & Tróndur Enni at framføra, og saman við Húsaorkstrinum fara Steintór Rasmussen, Páll Oddur Rubeksen, Halleluja Sofus og Jens Marni Hansen á pall.
Á midnátt og fram til klokkan 04 sunnumorgunin verður dansur í Virkinum, sum eisini hevur fingið lyftu, soleiðis at avlamin eisini sleppa inn í ungmannafelagshúsið.