Spaki er settur í til leigubústaðir

Í morgun byrjaði jørðarbeiðið Úti á Landi í Fuglafirði, har 18 leiguíbúðir nú skulu byggjast.

 

 

Í Fuglafirði fyrireika tey seg nú til íbúðarbygging Úti á Landi, tey rópa.

Í hesum sambandi er jørðarbeiðið nú byrjað, og í morgun setti borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, spakan í. Á Facebook-síðuni hjá Fuglafjarðar kommunu í dag liggja myndir frá løtuni, tá jørðarbeiðið varð sett í gongd.

Tað er eitt privat felag, sum eigur verkætlanina Úti á Landi. Fuglafjarðar kommuna ger økið byggibúgvið, og kommunan hevur eisini tryggjað sær, at fólk eldri enn seksti ár fáa framíhjárætt at leiga nakrar av teimum 18 íbúðunum, sum skulu byggjast.

Niðan fyri íbúðirnar, sum fara at hava tvey og trý kømur, verður ein træbrúgv, sum gangast kann eftir. Áhugin at tekna seg til leiguíbúðirnar er stórur, og tey eru mong, sum hava skrivað seg upp til íbúð. Møguleikar eru at byggja einar 18 íbúðir aftrat teimum, sum nú verða bygdar.

Umframt at tey í Fuglafjarðar kommunu nú fáa leigubústaðir, verða eisini nøkur tvíhús bygd í nýggju útstykkingini við Bøveg í Fuglafirði, har tey fyrstu húsini eru komin upp, og onnur eru í gongd. Eisini í Fuglafirði fegnast tey um fjølbroyttar bústaðarmøguleikar.

At fleiri, sum eru seksti ár og eldri, nú hava teknað seg til leigubústað Úti á Landi, kann í longdini fara at merkja, at nøkur sethús fara at gerast tøk til yngra ættarliðið í Fuglafirði, og soleiðis kann íbúðarbyggingin í ávísan mun fara at hava eina tvífalda effekt.

Sum skilst í Fuglafirði, eru tað fólk í øllum aldri, sum hava víst leigubústøðunum áhuga, og millum tey áhugaðu er eisini onkur familja, sum býr uttanlands, men sum hevur røtur í Fuglafirði og nú sær hetta sum ein møguleika at flyta heimaftur.

Ein av fyrimununum við leiguíbúðum í mun til eigaraíbúðir er, at fólk altíð vilja búgva í einari leiguíbúð. Hinvegin kann ein eigaraíbúð verða brúkt sum summarhús og soleiðis kann íbúðin koma at standa tóm ein fittan part av árinum.

##med2##