Eivin Breiðaskarð, sum er varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu og formaður í teknisku nevnd, sigur, at kenslan er góð, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av um eina góða viku.
- Eg haldi og havi alla tíðina hildið, at hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum fer knýta miðstaðarøkið nógv tættari við økið, sum Fuglafjarðar kommuna er í. Eysturoyggin og Suðurstreymoy verða mest sum sama øki. Tunnilin fer at hava stóran týdning fyri nógv fólk í Føroyum. Hetta er nakað sera positivt og fer við tíðini at verða ein skilagóð loysn og íløga - ja, hetta er ordiliga gott.
Hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar?
- Skálafjørðurin, Eysturoyggin og Norðoyggjar fara at njóta væl av nýggja sambandinum við Suðurstreym. Fólk kunnu búgva í okkara øki og arbeiða ella lesa í Havn. Fjarðstøðan til høvuðstaðin styttist munandi við tunnlinum. Fyritøkurnar her norðanfyri fara at fáa atgongd til ein nýggjan marknað av viðskifafólkum og uppgávum. Her eru stórir møguleikar fyri at vísa, at vit klára og megna at taka kappingina upp við fyritøkur í Havn. Almennu Føroyar eiga eisini at gera sær greitt, at tað eigur at verða framd ein útjavning, so almennir stovnar eisini verða lagdir uttan fyri høvuðstaðin. Hetta er ein sjálvfylgja í mínari verð. Eisini her fer tunnilin at hava týdning fyri okkara øki.
Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin?
- Tað er soleiðis, at vit longu merkja øktan áhuga frá fólki um at seta búgv í Fuglafjarðar kommunu. Vit hava nógv tøk grundstykkir í Fuglafirði og á Kambsdali. Hellurnar eru eisini ein partur av okkara kommunu, so um onkur ynskir tað, er eisini møguleiki at seta búgv har.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at tað eisini liggur í kortunum, at farið verður undir at byggja íbúðir í Fuglafirði innan stutta tíð, møguliga longu í ár. Hetta er ein spennandi ætlan, sum meira verður at frætta um skjótt.
- Eg havi hoyrt frá fólki í kommunum í Eysturoynni, at tær eisini merkja øktan áhuga fyri tí sama í teirra øki. Møguliga liggja Norðoyggjar ov langt vekk til, at tað sama er galdandi har, men tað dugi eg ikki rættiliga at meta um.
Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?
- Tað er eyðsæð, at tunnilin eisini fer at hava týdning fyri Havnina. Mín fatan er tó, at fólk, sum ætla sær at seta búgv, fara heldur at velja Eysturoynna ella møguliga Norðoyggjar enn Havnina, tí vit vita jú, at tað er nógv dýrari at byggja ella keypa hús í høvuðstaðnum.
Varaborgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu vísir á, at tú skalt gjalda nakað væl meir fyri tín bústað, um tú velir Havnina í mun til eitt byggiøki í Fuglafirði. Hetta er eisini galdandi fyri leigubústaðir.
- Eg eri heilt vísur í, at verandi fólkavøkstur í Havn fer at stagnerað, tá tunnilin verður veruleiki, og koyrandi verður av Hvítanesi og inn á Strendur ella Saltnes. Tað er ein orsøk til, at tunnilin eitur Eysturoyartunnilin og ikki Streymoyartunnilin. Sigast skal tó, at koyrandi verður báðar vegir, so sjálvandi fara ymisk viðurskifi at broytast fyri bæði økini. Tað er ein sjálvfylgja, sigur Eivin Breiðaskarð.