Regin av Steinum
Menn fóru og fara burtur; torvið varð borið burtur, og hønur kunnu verpa burtur, men eingin hevur nakrantíð sagt, at ærin kastar vekk.
Tað er heilt órímiligt, sum fólk eru farin at nýta hetta fitta orðið rímiligt. Hvør kann finna uppá at siga, at aldurnar í Svínoyarfirði eru rímiliga høgar, men tíverri er hatta komið um góðar varrar til okkum øll gjøgnum luftina.
Hví lesa deknar og aðrir Guds vinir: "Latið okkum biðja", tá ið tað stendur Latum okkum biðja"; so hevði verið frægari bara at sagt "Lat okkum biðja".
So er tað hetta ógvisliga orðið umborð, sum er at hoyra á hvørjari stevnu, t.d. hann er umborð á Fullkubbanum. Nei, hann er við, á, ella rør við Fullkubbanum. Hvar er musikkurin í málinum, sum Erik Petersen plagdi at taka til? Hvar fór róðurin? Nú tosa teir bara um rógving. Kapprógvingar-bátur mátti borið illa til. Og so hatta vælsignaða farsið, t.d. seksmannafars-róðurin, tað má bera til at málbera seg soleiðis, at aðrir hættir og formar verða nýttir.
Hví eru dystir vorðnir tættir nú á døgum? Hava teir/tær íløt við vatni at tveita ella sparka ímillum sín? Tað er kanska tí, at dómarin biður onkran koma inn at turka gólvið, so eingin fær skaða? Eitt býtt kann spyrja meira, enn sjey vísir kunnu svara! Hvat bagir orðum sum spenningur (spennandi) og javnur.
Orðið "føring" (og at føra) er neyvan nakar vinningur fyri føroyskt mál; sama kann sigast um t.d. "....restina av Føroyum"
Tað eitur: Um sjúkur, t.d. Um meslingar. Tað ber ikki til at siga á føroyskum: "Runt um meslingar". Øll máttu hoyrt, at orðalagið er fremmant.
Málsligi førleikin gjørdi, at ikki varð neyðugt at greiða frá øllum út í æsir, men nú skulu øll velja, tá ið tey skulu gera okkurt, og tað ljóðar mangan tápuligt: Eg fari á ólavsøku, og ikki: Eg velji at fara á ólavsøku. "Eg svari", fyri: "Eg velji at svara". Velur drongurin at fara við konufólki á ólavsøku? Tá kann tað meira enn so henda, at hann liggur sjóvarfallið av sær.
So alt hetta her: Pá núverandi tíðspunkt, pá sigt, hygga sær, til trods fyri, åbenbart, skegir, dystert o.s.fr. Tað var líka við, at teir taptu dystin, nei, teir mundu tapt.
Nú ein dagin hoyrdist, at hestafelag varð sett á stovn; hvat man javnstøðunevndin fara at til siga, at ryssur sleppa ikki upp í part?
Ferð eftir ferð er at hoyra á teimum, ið betur skuldu vita, at Føroyar kemur, fer er o.s.fr. Hetta er skeivt, tí hóast landið er lítið, so er tað kortini fleirtalsorð; tí eitur tað: Føroyar fara, eru, hava o.s.fr.