So vóru torradagarnir í Klaksvík aftur á skrá ? øll næsta vika er sett av til hetta áhugaveda tiltakið, sum vanliga nógv folk taka til sín. Torradagarnir hava ikki nógv ár á baki, men sigast má, at teir eru komnir fyri at vera.
Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring.
Mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa o. s. fr. Torri kann eisini verða sett í samband við tvørra, við merkingini »minka«. Her verður hugsað um, at mánin er í minking (hvørvandi sól), ella at veturin er farin at halla ella minka.
Útróðrarmenn tosa um torrafisk og torraleiðir í hesum døgum ? tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn.
Torradagarnir í Klaksvík kunnu sigast at vera eitt mentanarligt tiltak, sum eru við til at fjøltátta samfelagið. Hópin av tiltøkum eru á skránni fyri øll: Ganga, renna, svimja, hygga at filmi, lurta eftir einum fyrilestir, sita upp afturá til eina konsert, syngja við til eitt hugnakvøld, fara upp á gólv, fáa okkurt nýtt at vita, sum stimbrar hugarákið, eitt gott kjak, fáa ein góðan bita og ein kaffimunn, máta bóðtrýstið o.m.m.
- Torradagarnir, sum eru 14. ? 20. februar í Klaksvík, er eitt kærkomið tiltak, nú vit eru farin at leingjast eftir várinum og summarinum, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Torrasrkráin kann lesast her: TRÝST HER FYRI AT LESA SKRÁNNA










