Komandi vikuskifti fellur avgerðin um, hvørji sleppa á eina Evroparundferð til Týskland, Italia og Onglands at hyggja eftir fótbólti á hægsta stigi. Hetta vikuskifti hevur fyrra lokalfinalan av tveimum verið. Og vunnu Finnur og Kristian sínar.
Komandi vikuskifti verður tann seinna og vinna teir eisini tá, so hava báðir møguleika til at fara á Evroparundferð.
Kappingin er skipað soleiðis, at tað eru lokalfinalur allastaðni runt í ríkinum. Kappast verður í tveimum vikuskiftum, og vinnararnir sleppa við á rundferðina. Tað verða sostatt eini 50 fótbóltsglað fólk, sum fara avstað.
Kristian "Ugens gæstetipper"
Klaksvíkingurin Kristian Joensen vann heiðurliga tittulin hjá Dansk Tipstjeneste "Ugens gæstetipper". Hann kundi vinna ein túr niður á Anfield Road at hyggja eftir Liverpool, men ferðin var bert úr Esbjerg og aftur, so hann tók ikki av. Hann vinnur í staðin eina Adidas-drakt.
- Sjálvandi eri eg eitt sindur skuffaður av hesum, men tað verður harvið, sigur Kristian Joensen.?