jólaaftan, verður sagt á Posta. Í Danmark var freistin í ár at lata inn jólapakkar til Føroya mikudagin 15. desember 2009. Pakkar til Føroya, sum eru lætnir inn á posthúsum í Danmark hósdagin 17. og fríggjadagin [...] vit til allir pakkar eru komnir út til móttakaran, sigur Posta í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum. So eisini í ár kann roknast við at jólamaðurin kemur framvið hjá børnum í Føroyum jólaaftan við pakkum
sum við sigrinum vístu, at tær av álvara ætla sær aftur á føroysku hondbóltstrúnuna. Fyrsta stigið í so máta er at endurvinna Coca Cola-kappingina, og longu nú munnu klaksvíkingar fara at fyrireika seg til [...] Tjaldri. Simona Petersen var besti málskjútti hjá Stjørnuni. Hon skeyt 9 mál. Tjaldur-Stjørnan 20-31 (9-15)
dystinum í EM-kappingini í Serbia møttu grannunum úr Spania. Úrslitið bleiv 29-26 til Spania eftir 15-13 í hálvleikinum. Tann størsti munurin á liðunum vóru málmenninir. Tann spanski José Javier Hombrados [...] Hombrados spældi sera væl og tók ein hóp av fronskum skotum. Harafturímóti var tann annars vanliga so tryggi Thierry Omeyer í franska málinum sum ein skuggi av sær sjálvum. Tað mesta av dystinum vóru spaniumenn
Suu Kyi, kom í dag til Bangkok í Teilandi, og hetta er hennara fyrsta uttanlandsferð síðani 1988. Í 15 ár hevur hon sitið í húsavarðhaldi, og hernaðarmyndugleikarnir tordu ikki at lata hana sleppa av landinum [...] koma aftur. Nú er alt broytt. Aung San Suu Kyi varð herfyri vald í tjóðartingið, og hon fekk pass, so hon kann ferðast uttanlands. Í næsta mánað fer Aung San Suu Kyi til Noregs at taka ímóti Nobel-fri
So hevur fyrsti venjarin í nýggju Effodeildini takkað fyri seg, og ikki heilt óvæntað gjørdist tað Pól F. Joensen hjá FC Suðuroy. FC Suðuroy hevur eftir níggju umførum í Effodeildini framvegis sín fyrsta [...] teir sær harvið eitt rímiliga gott útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður í Vági í morgin kl.15. FC Suðuroy væntar at senda eitt tíðindaskriv til miðlarnar áðrenn middag, har eitt nú ein fyribils
Tróndi. Eitt av kravboðunum er, at Orion skal verða tømdur fyri olju í seinasta lagi í dag klokkan 15. Hetta er galdandi fyri brenniolju, men eisini í størst møguligan mun fyri hydraulikk- og aðra olju [...] trygdin skal tryggja, at myndugleikarnir fáa endurgoldið útreiðslur at fyribyrgja og basa oljudálking, um so er, at Orion ella Tróndur elva til oljudálking, sum tað eitur í dagførdu boðunum frá Innlendismálaráðnum
kalla sama prís, so teir fingu 10,17 krónur í meðal fyri tey 30 tonsini. Knappliga 20 tons av toski vóru á uppboðnum í dag. Tað mesta var toskur III og IV, sum fóru fyri ávikavist 15,96 og 14,24 krónur
hava spælt ein skrásettan landsdyst, so tað er ivasamt, hvussu nógv henda nýggja styrkismetingin hevur at siga. Til stuttleika kunnu vit tó nevna, at vit nú eru 15 pláss aftanfyri grannalandið Ísland,
Fólkaatkvøða var um spurningin í gjár, og fyribilstøl vísa, at meiri enn 80 prosent atkvøddu ímóti. Umleið 1,5 millión fólk hava valrætt, og tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðu. Orsøkin til fólkaatkvøðuna [...] triðingur av fólkinum, vísa millum annað á, at tey kunnu ikki fáa letlendskan ríkisborgararætt, uttan so at tey dugdu letlendskt, tá Letland gjørdist sjálvstøðugt fyri 20 árum síðani. Avleiðingin er, at umleið
Beint eftir klokkan 15 byrjaði rættarfundurin í Føroya rætti, sum skal taka støðu til, um tann 32 ára skuldsetti maðurin skal sita varðhaldsfongslaður fýra vikur aftrat, sum ákæruvaldið hevur biðið um [...] ákæruvaldið kravdi varðhaldsfongslingina longda. Men ákærin vildi fyrst hava hurðarnar stongdar, og so varð gjørt. Tískil fekst ikki at vita, hvat úrslitið var. Tann skuldsetti maðurin sá í dag heldur viðtikin