So hevur fyrsti venjarin í nýggju Effodeildini takkað fyri seg, og ikki heilt óvæntað gjørdist tað Pól F. Joensen hjá FC Suðuroy.
FC Suðuroy hevur eftir níggju umførum í Effodeildini framvegis sín fyrsta sigur til góðar og eru tað longu nú heili sjey stig upp til at lívbjarga sær í deildini. Um vikuskiftið vóru teir fyri lemjandi 0-6-stórtapi heima í Vági ímóti ÍF.
Í kappingini um Løgmanssteypið hevur hinvegin gingið væl. FC Suðuroy tapti 0-1 ímóti Víkingi í fyrru hálvfinaluni, og skaptu teir sær harvið eitt rímiliga gott útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður í Vági í morgin kl.15.
FC Suðuroy væntar at senda eitt tíðindaskriv til miðlarnar áðrenn middag, har eitt nú ein fyribils avloysari verður kunngjørdur.