Jólapostur til tíðina

Jólapakkar úr útheiminum, sum eru innlætnir rættstundis, koma allir fram til móttakaran í Føroyum innan jólaaftan, verður sagt á Posta. Í Danmark var freistin í ár at lata inn jólapakkar til Føroya mikudagin 15. desember 2009. Pakkar til Føroya, sum eru lætnir inn á posthúsum í Danmark hósdagin 17. og fríggjadagin 18. desember, verða sendir við skipi til Føroya hetta vikuskiftið.

- Teir pakkar, sum koma til Føroya við skipi mánamorgun, fáa vit allar út til móttakaran innan jólaaftan, tí á Posta arbeiða vit til allir pakkar eru komnir út til móttakaran, sigur Posta í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum.

So eisini í ár kann roknast við at jólamaðurin kemur framvið hjá børnum í Føroyum jólaaftan við pakkum frá næstringum uttanlands.