Innlendismálaráðið setti í gjár nøkur krøv til reiðaríið hjá Orion og Tróndi. Eitt av kravboðunum er, at Orion skal verða tømdur fyri olju í seinasta lagi í dag klokkan 15. Hetta er galdandi fyri brenniolju, men eisini í størst møguligan mun fyri hydraulikk- og aðra olju.
Eisini skuldi eigarin fyri klokkan 10 í morgun hava veitt eina trygd á 100.000 krónur í einum føroyskum peningastovni. Hendan trygdin skal tryggja, at myndugleikarnir fáa endurgoldið útreiðslur at fyribyrgja og basa oljudálking, um so er, at Orion ella Tróndur elva til oljudálking, sum tað eitur í dagførdu boðunum frá Innlendismálaráðnum til Sp/f Faroe-Group Ltd við Sjúrði Gorm Petersen sum reiðara, í gjár.
Tað er Annie á Hædd, deildarstjóri í Inlendismálaráðnum, sum hevur undirskrivað fráboðanina.