Andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, kom í dag til Bangkok í Teilandi, og hetta er hennara fyrsta uttanlandsferð síðani 1988. Í 15 ár hevur hon sitið í húsavarðhaldi, og hernaðarmyndugleikarnir tordu ikki at lata hana sleppa av landinum, tí teir vóru bangir fyri, at hon fór ikki at koma aftur.
Nú er alt broytt. Aung San Suu Kyi varð herfyri vald í tjóðartingið, og hon fekk pass, so hon kann ferðast uttanlands.
Í næsta mánað fer Aung San Suu Kyi til Noregs at taka ímóti Nobel-friðarheiðurslønini, sum varð latin henni fyri 21 árum síðani, men sum hon ikki slapp at taka ímóti. Hon skal eisini til Bretlands, og har hon fær tann heiður at halda røðu í Parlamentinum í London.