Letlendingar vildu ikki hava russiskt

Ein stórur meiriluti av veljarunum í Letlandi atkvøddu í gjár ímóti einum uppskoti um, at russiskt skal fáa støðu sum alment mál í Letlandi undir liðini á letlendskum. Fólkaatkvøða var um spurningin í gjár, og fyribilstøl vísa, at meiri enn 80 prosent atkvøddu ímóti.

Umleið 1,5 millión fólk hava valrætt, og tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðu.

Orsøkin til fólkaatkvøðuna er, at teir umleið 700.000 letlendingarnir, sum tosa russiskt, kenna seg vera fyri mismuni í samfelagnum. Russiski minnilutin, sum er ein triðingur av fólkinum, vísa millum annað á, at tey kunnu ikki fáa letlendskan ríkisborgararætt, uttan so at tey dugdu letlendskt, tá Letland gjørdist sjálvstøðugt fyri 20 árum síðani. Avleiðingin er, at umleið 300.000 fólk í Letlandi eru ikki letlendskir ríkisborgarar.