Ikki minni enn 11 mál vóru á muni, tá Stjørnan í dag mest sum bílegði sær atgongurmerkini til steypafinaluna í kvinnuhondbólti.
Frá byrjan var tað Stjørnan, sum sat á dystinum, og eftir at tær skræddu seg leysar, litu tær ongan tíð aftur um bak.
Tjaldur hevði lítið at bjóða upp á móti væl spælandi gestunum, sum við sigrinum vístu, at tær av álvara ætla sær aftur á føroysku hondbóltstrúnuna. Fyrsta stigið í so máta er at endurvinna Coca Cola-kappingina, og longu nú munnu klaksvíkingar fara at fyrireika seg til fyrsta vikuskiftið í februar, tá finalan verður spæld.
Adina Petrea skoraði 11 av málunum hjá Tjaldri. Simona Petersen var besti málskjútti hjá Stjørnuni. Hon skeyt 9 mál.
Tjaldur-Stjørnan 20-31 (9-15)