Barcelona kvettir vinabýarsamstarv við Tel Aviv

Spania telist millum lond, ið viðurkenna Palestina sum egnan stat

 

Býarstýrið í Barcelona kvettir nú alt samstarv við ísraelsku stjórnina og kvettir vinabýaravtaluna við Tel Aviv sum mótmæli móti ísraelsku krígsførsluni í Gazageiranum.

 

Stýrið heitir eisini á handilsmessuna Fire de Barcelona um at sýta fyri at hýsa framsýningarbásum hjá ísraelsku stjórnini og feløgum, sum á onkran hátt vinna pening av krígnum í Gazageiranum.

 

Spania telist millum londini, ið viðurkenna Palestina sum egnan stat.

 

Forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sánchez, hevur víst seg sum ein av sterkastu mótstøðumonnum í ES av ísraelsku hersetingini og krígsførsluni í Gazageiranum.

 

Hetta skrivar NRK, norska kringvarpið, í morgun.