Aftur stongdar dyr

Beint eftir klokkan 15 byrjaði rættarfundurin í Føroya rætti, sum skal taka støðu til, um tann 32 ára skuldsetti maðurin skal sita varðhaldsfongslaður fýra vikur aftrat, sum ákæruvaldið hevur biðið um.

Av tí at maðurin er útlendingur, var neyðugt við tulki, men í staðin fyri at biðja onkran av landmonnum hansara í Føroyum ella at senda boð til Danmarkar eftir tulki, var tulkurin við á telefonini. Sambandið var sera vánaligt í byrjanini á rættarfundinum.

Dómarin bað ákæran koma við grundgevingini fyri, hví ákæruvaldið kravdi varðhaldsfongslingina longda.

Men ákærin vildi fyrst hava hurðarnar stongdar, og so varð gjørt. Tískil fekst ikki at vita, hvat úrslitið var.

Tann skuldsetti maðurin sá í dag heldur viðtikin út eftir at hava sitið avbyrgdur í Mjørkadali í tvær vikur.