Tveir partrolaar vóru í dag á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum við 30 tonsum av upsa. Tað mesta var upsi II, men allar støddir fingu at kalla sama prís, so teir fingu 10,17 krónur í meðal fyri tey 30 tonsini.
Knappliga 20 tons av toski vóru á uppboðnum í dag. Tað mesta var toskur III og IV, sum fóru fyri ávikavist 15,96 og 14,24 krónur í meðal fyri kilo. Umleið sjey tons vóru av hýsu. Tað mesta var stødd II, sum fór fyri 10,76 krónur í meðal. Fiskamarknaðurin seldi eisini 10 tons av havtasku, og her lá meðalprísurin um 33 krónur.
Tey 73 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, vórðu seld fyri knappliga 1,1 millión krónur.










