rakettir raktu bygningin, sum tey vóru í. Minst tvey onnur tíðindafólk vórðu særd. Sostatt hava trý vesturlendsk tíðindafólk latið lív í Sýrialandi higartil í ár. Í januar doyði franski sjónvarpsmaðurin [...] Amerikanska tíðindakvinnan Marie Colvin og franski myndamaðurin Remi Ochlik hava latið lív í einum rakettálopi á sýriska býin Homs. Marie Colvin (myndin) arbeiddi fyri bretska blaðið Sunday Times, og Remi [...] al-Assad, forseta byrjaði fyri einum ári síðani, hava myndugleikarnir noktað útlendskum tíðindafólki inn í landið, men nøkur hava kortini valt at sníkja sær inn um markið.
tekin um, at ófriðurin er í ferð við at breiða seg kring landið. Aleppo er tann næststørsti býurin í Sýrialandi. Stríðsvognar hjá sýriska stjórnarherinum hava aftur í dag skotið inn í býin Homs. Mannarætti [...] Tvær bumbuspreingingar í sýriska býnum Aleppo í dag hava kravt í minsta lagi 25 mannalív, og nógv fólk eru særd. Almenna sýriska sjónvarpið sigur, at tað vóru hermenn og sivilfólk, sum doyðu av bumbunum [...] sum brustu tætt við ein bygning, sum fregnartænastan heldur til í. Eygleiðarar siga, at hetta er tann fyrsti álvarssami tilburðurin í Aleppo, síðani mótmælini ímóti Bashar al-Assad byrjaðu fyri 10 mánaðum
Í minsta lagi 42 fólk doyðu, tá ein rutubussur fór út av vegnum og datt niður í eina gjógv millum býirnar Marrakesh og Quarzazate har suðuri í Marokko í dag. Myndugleikarnir siga, at øll, sum doyðu, eru [...] Slíkar vanlukkur eru kortini ikki óvanligar har. Í november í 2010 druknaðu 24 fólk, tá ein bussur datt niður í eina á tætt við høvuðsstaðin Rabat. [...] flutt á ymisk sjúkrahús í grannabýunum. Tíðindastovan Map skrivar, at 24 fólk fólk eru løstað, og at fýra teirra hava fingið stóran skaða. Hetta er tann ringasta bussvanlukkan í Marokko nakrantíð. Slíkar
Grindin, sum varð funnin í Kalksoyarfirði í morgun, varð fyri einum korteri síðan hildin til í Klaksvík. Drápið vardi í fimm minuttir. Teir flestu hvalirnir gjørdu landgongd undir Seglhúsinum. Upprunaliga [...] 40-50 hvalir eftir. Eini 40 bátar luttóku í drápinum. Av tí at grindin var so lítil, verður bara skift í drápspartar, væntar Steintór Jacobsen, virkandi sýslumaður í Klaksvík.
Ein ballónvanlukka í Ný Sælandi hevur kravt 11 mannalív. Fólk, sum sóu vanlukkuna, siga, at eldur kom í ballónina, sum stóð í ljósum loga eftir lítlari løtu, áðrenn hon datt niður nærhendis Carterton. [...] Sum skilst var ballónin júst farin uppfrá, tá eldur kom í hana. -Ellivu fólk vóru við ballónini, og øll doyðu, sigur ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnar við Taranaki Daily News. Vnalukkan hendi tíðliga [...] tíðliga leygarmorgun lokala tíð. Veðrið var gott, og løgreglan kannar nú, hví eldur kom í ballónina, skrivar Taranaki Daily News.
ssi í býnum Liege stutt fyri middag. Álopsmaðurin, tann 32 ára gamli Nordine Amrani, er millum tey deyðu. Hann skjeyt seg sjálvan. BBC veit at siga, at hini trý, sum dooðu, eru tríggir dreingir í aldrinum [...] aldrinum 15 til 17 ár, og at læknarnir á einum sjúkrahúsi í Liege stríðast við at bjarga einum 18 mánaðir gomlum smábarni. Belgiska løgreglan sigur, at fyri trimum árum síðani varð Nordine Amrani dømdur fimm
flogvanlukka í USA í gjárkvøldi kravdi seks mannalív. Millum tey deyðu eru trý børn. Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir siga, at vanlukkan hendi, tá eitt lítið flogfar rendi á eitt fjall í statinum Arizona [...] Arizona. Tá bjargingarmenn komu á staðið, stóð vrakið í ljósum loga, og eygnavitni hava greitt frá, at tey sóu eina eldsúlu á staðnum, beint eftir at flogfarið var dottið niður. Myndugleikarnir siga, at
Í minsta lagi 25 fólk doyðu, og umleið 180 vórðu løstað, tá tríggjar bumbur brustu mitt í einari mannamúgvu í pakistanska stórbýnum Lahore í dag. Pakistanska løgreglan sigur, at tað vóru tríggir sjálv [...] sjálvmorðsbumbumenn, sum sprongdu bumburnar í einari shiamuslimskari mannamúgvu. Í seinastuni hava víðgongdir sunnimuslimar, sum styðja Taliban, søkt at shiamuslimum í einari roynd at máa støðið undan pakistonsku [...] skrivar Reuters-tíðindastovan. Aftan á bumbuspreingingarnar lupu ill og misnøgd fólk á eina løgreglustøð í grannalangum. Tey settu eld á fleiri bilar, og fleiri løgreglumenn vórðu bukaðir.
Í minsta lagi átta fólk doyðu, tá ókendir menn tveittu fleiri brandbumbur inn í eitt vertshús í meksikanska býnum Cancun í dag. Eygnavitni hava greitt myndugleikunum frá, at seks menn tveittu fløskur við [...] við onkrum eldfimum innihaldi inn í vertshúsið. Sum skilst hevur vertshúsið í minst tveimum førum kunnað løgregluna um ymsan ágang frá einum rúsevnaharkaliði, so álopið í dag var kanska hevnd. Cancun er [...] er ein væl umtóktur ferðamannabýur, og í desember skal býurin hýsa teirri næstu veðurlagsráðstevnuni hjá ST.
stóðst av einum gassleka í belgiska høvuðsstaðnum Bruxelles í gjárkvøldið, hevur kravt trý mannalív. Tað skrivar blaðið Le Soir. Blaðið skrivar, at spreingingin var nakað fyri midnátt í býarpartinum Schaerbeek [...] funnu bjargingarliðini trý lík undir teimum rapaðu húsunum. Belgiska løgreglan sigur við Le Soir, at í minsta lagi 17 fólk fingu skaða av spreingingini.