25 deyð av bumbum í Pakistan

Í minsta lagi 25 fólk doyðu, og umleið 180 vórðu løstað, tá tríggjar bumbur brustu mitt í einari mannamúgvu í pakistanska stórbýnum Lahore í dag. Pakistanska løgreglan sigur, at tað vóru tríggir sjálvmorðsbumbumenn, sum sprongdu bumburnar í einari shiamuslimskari mannamúgvu.

Í seinastuni hava víðgongdir sunnimuslimar, sum styðja Taliban, søkt at shiamuslimum í einari roynd at máa støðið undan pakistonsku stjórnini. Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Aftan á bumbuspreingingarnar lupu ill og misnøgd fólk á eina løgreglustøð í grannalangum. Tey settu eld á fleiri bilar, og fleiri løgreglumenn vórðu bukaðir.