Tvær bumbuspreingingar í sýriska býnum Aleppo í dag hava kravt í minsta lagi 25 mannalív, og nógv fólk eru særd. Almenna sýriska sjónvarpið sigur, at tað vóru hermenn og sivilfólk, sum doyðu av bumbunum, sum brustu tætt við ein bygning, sum fregnartænastan heldur til í.
Eygleiðarar siga, at hetta er tann fyrsti álvarssami tilburðurin í Aleppo, síðani mótmælini ímóti Bashar al-Assad byrjaðu fyri 10 mánaðum síðani, og eygleiðararnir tulka tilburðin sum eitt tekin um, at ófriðurin er í ferð við at breiða seg kring landið. Aleppo er tann næststørsti býurin í Sýrialandi.
Stríðsvognar hjá sýriska stjórnarherinum hava aftur í dag skotið inn í býin Homs. Mannarættindafelagsskapurin Syrian Observatory sigur, at stríðsvognarnir skjóta eftir býnum í einari roynd at berja uppreisturin ímóti Assad niður. Homs hevur verið miðdepil fyri mótstøðuni ímóti forsetanum.