Belgisku myndugleikarnir siga nú, at fýra fólk doyðu, og at 75 vórðu særd, tá ein maður tveitti hondgranatir og fór at skjóta eftir fólki á einum busssteðgiplássi í býnum Liege stutt fyri middag. Álopsmaðurin, tann 32 ára gamli Nordine Amrani, er millum tey deyðu. Hann skjeyt seg sjálvan.
BBC veit at siga, at hini trý, sum dooðu, eru tríggir dreingir í aldrinum 15 til 17 ár, og at læknarnir á einum sjúkrahúsi í Liege stríðast við at bjarga einum 18 mánaðir gomlum smábarni.
Belgiska løgreglan sigur, at fyri trimum árum síðani varð Nordine Amrani dømdur fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava vápn og fyri handil við rúsevnum.