42 deyð í bussvanlukku

Í minsta lagi 42 fólk doyðu, tá ein rutubussur fór út av vegnum og datt niður í eina gjógv millum býirnar Marrakesh og Quarzazate har suðuri í Marokko í dag. Myndugleikarnir siga, at øll, sum doyðu, eru úr Marokko, og at arbeitt verður við at eyðmerkja tey.

Umleið 25 fólk fingu skaða, og tey eru flutt á ymisk sjúkrahús í grannabýunum. Tíðindastovan Map skrivar, at 24 fólk fólk eru løstað, og at fýra teirra hava fingið stóran skaða.

Hetta er tann ringasta bussvanlukkan í Marokko nakrantíð. Slíkar vanlukkur eru kortini ikki óvanligar har. Í november í 2010 druknaðu 24 fólk, tá ein bussur datt niður í eina á tætt við høvuðsstaðin Rabat.