Ein flogvanlukka í USA í gjárkvøldi kravdi seks mannalív. Millum tey deyðu eru trý børn.
Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir siga, at vanlukkan hendi, tá eitt lítið flogfar rendi á eitt fjall í statinum Arizona. Tá bjargingarmenn komu á staðið, stóð vrakið í ljósum loga, og eygnavitni hava greitt frá, at tey sóu eina eldsúlu á staðnum, beint eftir at flogfarið var dottið niður.
Myndugleikarnir siga, at eingin slapp livandi frá vanlukkuni.