Trý deyð av spreinging í Bruxelles

Ein spreinging, sum stóðst av einum gassleka í belgiska høvuðsstaðnum Bruxelles í gjárkvøldið, hevur kravt trý mannalív. Tað skrivar blaðið Le Soir. Blaðið skrivar, at spreingingin var nakað fyri midnátt í býarpartinum Schaerbeek. Hon var so hørð, at trý hús rapaðu, og aftan funnu bjargingarliðini trý lík undir teimum rapaðu húsunum.

Belgiska løgreglan sigur við Le Soir, at í minsta lagi 17 fólk fingu skaða av spreingingini.