Grindin deyð í Klaksvík

Grindin, sum varð funnin í Kalksoyarfirði í morgun, varð fyri einum korteri síðan hildin til í Klaksvík.

Drápið vardi í fimm minuttir. Teir flestu hvalirnir gjørdu landgongd undir Seglhúsinum.

Upprunaliga var grindin stór, men fleiri bólkar fóru burtav, so tá avtornaði, vóru ikki meira enn 40-50 hvalir eftir.

Eini 40 bátar luttóku í drápinum.

Av tí at grindin var so lítil, verður bara skift í drápspartar, væntar Steintór Jacobsen, virkandi sýslumaður í Klaksvík.