Ein ballónvanlukka í Ný Sælandi hevur kravt 11 mannalív. Fólk, sum sóu vanlukkuna, siga, at eldur kom í ballónina, sum stóð í ljósum loga eftir lítlari løtu, áðrenn hon datt niður nærhendis Carterton. Sum skilst var ballónin júst farin uppfrá, tá eldur kom í hana.
-Ellivu fólk vóru við ballónini, og øll doyðu, sigur ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnar við Taranaki Daily News.
Vnalukkan hendi tíðliga leygarmorgun lokala tíð. Veðrið var gott, og løgreglan kannar nú, hví eldur kom í ballónina, skrivar Taranaki Daily News.