um í hesum føri, boða frá, at alt ruggar ikki rætt á økinum. ? Tað hevur verið sagt, at vit búgva í einum fríum landi og at tað er rætturin hjá einum og hvørjum at siga seg úr einum starvi. Samstundis hevur [...] hoyrt orð ella aftur frá Løgmanni, sigur Margretha Poulsen, virkandi formaður í Sinnisbata. Tey hava ikki so frægt sum fingið eina váttan frá Løgmanni um at hann hevur fingið brævið frá Sinnisbata yvirhøvur [...] Poulsen heldur ógvuliga lítið um hesa viðgerðina, sum tey fáa frá Løgmanni. Hon heldur, at tað minsta átti at verið, at tey fingu eina váttan frá Løgmanni um at hann hevði fingið brævið og hvat hann ætlaði
Turið Kjølbro Nógvar bøkur koma út til børn og ung á hvørjum ári, men bert ein evarska lítil partur er upprunaføroyskur. Í heyst kom ein slík til stór børn, tey millum 10 og 12 ár, og hon eitur ?Hin útvaldi [...] Danmark fyri trimum árum síðani, at hugskotið til hesa søguna spratt. - Eg var á einum styttri skriviskeiði, og ein av uppgávunum var at skriva eina søgu út frá eini ævintýrmynd. Eg gjørdist so góð við henda [...] børnini, ikki at skriva niður til tey og at lata vera við at greiða frá øllum út í æsir. Sumt skal standa eftir, sum børnini skulu grunda yvir. - Tað er ógvuliga gevandi at skriva til børn og ung. Børn eru ymisk
miðhavn, har tað er líka langt frá Tvøroyri sum frá Fuglafirði, og frá Sørvági sum frá Klaksvík. · Ein vardan skansa í nógv ættarlið frameftir, frá øllum síðum, sum kann njótast til bæði mentan og frítíð · Verju [...] nøkurlunda somu frástøðu allastaðnis frá. Skal vøra avskipast frá t.d. Runavík, so blívur frástøðan munandi longri frá Suðuroy, Sandoy, og Vágoy. Leiðin styttist bert frá Norðoyggum, og í Eysturoy annars. [...] frammanfyri, har børn og ung kunnu rógva gummibátar, standa á seiðabergi og mangt annað, og harvið síggja og njóta skansan frá einum sjónarhorni, sum ikki hevur verið líka lætt áður. Eg havi fingið at vita, at
fyri USA, er farin at orna um skallan. Annað álopið á fjølmiðlarnar kom frá landsstýrismanninum í almannamálum, sum eftir eina annars áhugaverda røðu endaði við einum grovum og púra óskiljandi álopi á fj [...] Burtursæð frá, at føroy-ingurin, sum eygleiðir politiska spælið, mangan kennir seg sum verandi staddur í kafaskum høpi, var eisini hetta álop heilt burturvið. Men bæði álopini hava tað til felags, at [...] fyri at bera rong tíðindi um USA og tess forseta, um Tony Blair o.m.a. Slík tala hoyrir ikki heima í einum fólkaræðiligum parlamenti, har ein átti at viðurkent, at fræls og óheft pressa er ein týðandi táttur
Uttan mun til hvussu tann meirilutin er funnin saman. Saman við okkara liði hava vit vunnið trý tey seinastu valini til Sands Kommunu. Eingin sigur so greiður, sum tann seinasti, fyri einum lítlum ári síðani [...] snýr seg um dreymar og viljan til at náa teimum. Eg eri til reiðar um høvið aftur býðst í politikki, og dreymarnar fyri bygd, oyggj og landi beri eg framvegis í barmi. Fari til endans at takka øllum góðum [...] tað er ikki rætt at bakka fyri ágangi, men tað ber ikki til at arbeiða uttan politiskt grundarlag og politiskan meiriluta. So hóast stuðulin frá stillarum, listafeløgum, veljarum, vinum og næstringum hevur
, og ikki nóg stórir til at kallast bussar. Ein merkiligur »hybridur«, sum fulltrúin í Vinnumálastýrinum tók til. Fyri at koma undir heitið hýruvognur, skal bilurin hava pláss til í mesta lagi átta ferðafólk [...] skeltið, sum sigur, at nú er hann leysur. Hinvegin er loyvt at ringja til føraran og biða hann koma eftir einum og koyra ferðafólkið til eina ávísa adressu. Og her koma teir í neyð í Vinnumálastýrinum. Tí [...] fara biltúr við onkrum tey kenna, tá ikki ber til at ávísa, at peningur verður kravdur fyri túrin. Bileftirlitið sigur, at hjá teimum er einki at gera annað enn at góðkenna bilarnar, so teir kunnu koyra
meira við, og hóast tað felagið er til enn, er tað ikki so virkið. Tí er Føroya Arbeiðsgevarafelag farið meira frá at vera bara ein mótpartur hjá fakfeløgunum, til eisini at hava yvirskipað vinnupolitisk [...] ikki hava politikarar dirvi til at fremja fleiri sparingar, og tá teir so mangla pengar til tann óendaliga tørvin hjá landskassanum, er ofta lættast hjá teimum bara at fara til vinnuna eftir pengum, sigur [...] eitt áhugafelag, har vit vóru nógvir arbeiðsgevarar samlaðir til at tosa meira um tann yvirskipaða vinnupolitikkin, greiðir Bergur Poulsen frá, tá hann skal lýsa, hvussu tað var fyrr og hvussu tað er nú
av mjólkarkvotum, er ein sera grundleggjandi spurningar í mun til virksemið í landbúnaðinum. Og tað er sjálvandi ein fremsta uppgáva hjá einum landsstýrismanni at tryggja, at lóggáva, sum stovnar undir honum [...] kemur millum annað fram, at grunnurin hetta tíðarskeiðið hevur móttikið umleið 10 formligar umbønir um fígging av hesum slagi, men eisini eitt ótal av munnligum fyrispurningum um fígging til nevndu endamál [...] endamál, umframt at tey eru fleiri, sum als ikki hava vent sær til grunnin, tí vinnan er vitandi um, at grunnurin er steðgaður við at veita lán til keyp av mjólkarkvotum og festibrøvum.
tilmæli er komið frá varaborgarstjóranum Jógvani Arge. Ein borgarafundur í Vestmanna í seinastu viku segði nei til samanlegging. Eingin svarar Í Kvívík var fólkaatkvøða fyri einum ári síðan. Har var meirluti [...] anlegging, og líkt er til, at stórur meirluti verður ímóti at leggja kommunur saman. - Boðskapurin hjá landsstýrinum er alt, alt ov ógreiður. Tosað verður um at leggja øki út til kommunurnar, men einki [...] vita. Tað grundleggjandi arbeiðið vantar. Tað ber ikki til í óðum verkum at leggja kommunur saman, sigur Heðin Mortensen, sum mælir landsstýrinum til at blanda kortini eina ferð enn. - Eg fari at atkvøða
hvat var farið fram. Flogfarið var á veg frá Sola til Stord, tá vanlukkan hendi. Sum skilst kom eldur í flogfarið beinanvegin. Sløkkilið og onnur komu skjótt til flogfarið og byrjaðu at sløkkja og fáa fólk [...] hon við bt.no. Og norska tíðindastovan NTB hevði fatur á einum manni, sum við stjørnukikara fylgdi drama inum á flogvøllinum. Hann greiddi frá einum eksplosjónseldi við ógvusligum eldslogum. - Tað var ein [...] bara velið. Restin var bara roykur og eldslogar, greiddi eitt eygnavitni frá. Øgiligur brestur Ein teirra sum var eygnavitni til hendingina var 21 ára gamli Lars Morten Nesse. Hann býr í Foldrøyhamn sum