Ógvuliga gevandi at skriva til børn

Rithøvundayrki hennara byrjaði, tá ið ein vinkona, hon hevði biðið lisið eitt handrit ígjøgnum, sendi tað víðari til Bókadeild Føroya Lærarafelags. Í heyst kom triðja bókin út eftir Sólrún Michelsen, hesa ferð ein spennandi ævintýrkend søga til stór børn

Turið Kjølbro


Nógvar bøkur koma út til børn og ung á hvørjum ári, men bert ein evarska lítil partur er upprunaføroyskur. Í heyst kom ein slík til stór børn, tey millum 10 og 12 ár, og hon eitur ?Hin útvaldi?. Skrivað hevur Sólrún Michelsen í Havn. Eftir hana eru tvær bøkur komnar út undan hesari, »Argjafressar« og »Útiløgukattar«, ávikavist smásøgur til børn og ungdómsbók. Tær byggja á barnaár og ungdómsár høvundsins.

»Hin útvaldi« er ein ævintýrkend søga, eisini kallað fantasy-søga. Søgan er um drongin Kol. Í fyrstuni býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini. Tvey ár seinni ger hann av at fara út í heimin og brátt verður honum greitt, at hann skal eina langa, trupla ferð. Hann fær góð ráð frá vísum fólkum og hjálparum, og hann fatar so líðandi, at hann er útvaldur at bjarga menniskjunum undan óndskapinum, ið er um at fáa alt vald har um vegir.


Hugflogið framat

Tað var á háskúlauppihaldi í Danmark fyri trimum árum síðani, at hugskotið til hesa søguna spratt.

- Eg var á einum styttri skriviskeiði, og ein av uppgávunum var at skriva eina søgu út frá eini ævintýrmynd. Eg gjørdist so góð við henda drongin, eg skrivaði um, og søgan gjørdist ein framhaldssøga. Tá ið eg kom heim aftur, hugsaði eg, at eg átti at gjørt okkurt við handritið. Tað var skrivað á donskum. Mær fellur tað lættari at skriva á donskum, orðavalið er størri og eg fái betur sagt tað eg vil á donskum enn á føroyskum. Men nú havi eg skrivað nógv á føroyskum og tað verður lættari alla tíðina, greiðir Sólrún Michelsen frá.

Sólrún hevur altíð dámað væl at lesa ævintýr.

- Tá ið tú skrivar ævintýr, ert tú ikki so bundin, sum tá ið tú skrivar annað. Hugflogið sleppur betur framat. Sjálvsagt skal ein beinagrind vera, so eitt sindur av skili er í, men frá henni kanst tú fara allar vegir. Tað tiltalar meg. Hetta er mín fyrsta roynd og tað hevur verið stuttligt og spennandi.

Aðra staðni kemur hópin av ævintýrkendum søgum út til børn og ung, men í Føroyum hevur henda bókmentagreinin ikki rættiliga vunnið hevd.

- Barnabøkur nú á døgum eru so øgiliga pedagogiskar. Alt gott um bøkur um vanliga gerandisdagin hjá børnum, happing og onnur viðkomandi evni, men eg haldi eisini, at teimum tørvar spenning og drama. Eg trúgvi ikki, at eg nakrantíð fari at skriva bøkur, sum ikki eru dramatiskar.


Alt betri enn einki

Føroysk bókaútgáva er miðsavnað til tveir teir seinastu mánaðirnar í árinum, og tað eru eisini tær bøkurnar, sum fólk og fjølmiðlar geva mest gætur. Tískil er bókin hjá Sólrún Michelsen, sum kom út í september, dottin burtur ímillum í bókarúgvuni. Og tað er sjálvsagt hvørki heppið ella stuttligt.

- Øll umrøða er betri enn einki. Tá ið tú einki hoyrir aftur, situr tú í einum tómrúmi og sleppur ikki víðari. Fært tú kritikk, kanst tú velja, hvat tú tekur til tín og ikki. Tað veldst um, hvør kritiserar og hvat viðkomandi leggur eftir. Konstruktivan kritikk taki eg til eftirtektar. Eg havi verið sár um kritikk, men tað eri eg ikki longur. Hevði mín fyrsta bók fingið ringan kritikk, veit eg ikki, um eg hevði torað at skrivað meiri. Til hesa útgávuna havi eg brynjað meg út til eitt sindur av hvørjum, tí hetta er jú nakað nýtt fyri meg. Tú letur veruliga nógv av tær sjálvari, tá ið tú skrivar, men gevur tú tað út, mást tú ikki verða sár.

Treyðugt so, hevur ?Hin útvaldi? einki ummæli fingið - enn, hevur Sólrún fingið positivar afturmeldingar, bæði frá børnum og foreldrum.

- Eg eri fegnari, um børnum dámar bókina, enn tey vaksnu. Børnini lesa við øðrum eygum enn tey vaksnu. Sum barn las eg alt eg fekk fatur á, uttan mun til, um tað var tungur ella lættur lesnaður. Um bøkurnar vóru ov tamar, vóru tær eftir mínum tykki ov keðiligar. Tað skuldi vera ferð og flog yvir søguni alla tíðina. Og tað sama royni eg at geva søgunum, eg skrivi, sigur Sólrún.


Pláss til tulking

Samstundis sum tað fellur Sólrún lætt at skriva til børn, heldur hon, at tað er krevjandi.

- Tú skalt krevja nógv av tær sjálvari. Tað mest umráðandi er ikki at undirmeta børnini, ikki at skriva niður til tey og at lata vera við at greiða frá øllum út í æsir. Sumt skal standa eftir, sum børnini skulu grunda yvir.

- Tað er ógvuliga gevandi at skriva til børn og ung. Børn eru ymisk, og tá ið tú lesur fyri teimum, sært tú beinanvegin, um søgan fangar ella ikki.

Tað er í nýggjari tíð, at Sólrún Michelsen er farin at skriva. Og hon er veruliga vorðin bitin av tí.

- Eg veit ikki, hví tankin at skriva aldri hevur gjørt vart við seg fyrr enn fyri nøkrum árum síðani. Eg havi helst hildið, at rithøvundar hoyra til tey hægri løgini, og at blanda seg upp í har hevur verið tað reina blasfemi. Tá ið fyrsta bókin fekk so góða móttøku, fekk eg hug at halda fram. Tað er eitt stórt stig at taka at geva eina bók út, nærum ein kollvelting, sigur Sólrún Michelsen at enda í viðtali.