Ógreiðar politiskar útmeldingar ørkymla

– Politikararnir skulu bara vita, at vit í vinnuni lurta væl eftir, hvat teir siga, men at tað so sanniliga eisini er ørkymlandi, tá talan er um ymsar útmeldingar, ið kunnu peika allar møguligar vegir, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bergur Poulsen, ið heldur óumhugsaðar politiskar útmeldingar kanska standast av, politikarar hugsa í nógv styttri tíðarbilum enn vinnulívsfólk

Sól og regndropar kappast um at mynda útsýni henda dagin, vit vitja í tí stóra fundarhølinum í Vinnuhúsinum, ið liggur á eini høvd ovarlaga í Havnini, so tað sæst út yvir tað nógva av høvuðsstaðnum og Nólsoyarfjørð. Kaffi og onkur løtt sjokuláta standa á borðinum.
– Tilsamans havi eg sitið í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 21 ár og verið formaður í trý ár, so hetta er ikki eitt ókent umhvørvi. Eg var eisini við í Ídnaðarfelagnum í fleiri ár, men tað var eitt sindur øðrvísi, tí tað var eitt áhugafelag, har vit vóru nógvir arbeiðsgevarar samlaðir til at tosa meira um tann yvirskipaða vinnupolitikkin, greiðir Bergur Poulsen frá, tá hann skal lýsa, hvussu tað var fyrr og hvussu tað er nú.
– Arbeiðsgevarafelagið var tá meira eitt felag, ið tók sær av sáttmálasamráðingum við serliga tey stóru fakfeløgini, og tað var tað. Tá var ikki so nógvur vinnupolitikkur á skránni, tí tað fekst Ídnaðarfelagið meira við, og hóast tað felagið er til enn, er tað ikki so virkið. Tí er Føroya Arbeiðsgevarafelag farið meira frá at vera bara ein mótpartur hjá fakfeløgunum, til eisini at hava yvirskipað vinnupolitisk sjónarmið.
Bergur sigur, at við árunum hevði vinnan fingið meira brúk fyri at gera vart við seg, og at tað serliga var innan evni sum kappingarføri, at tað gjørdi seg galdandi, tí vinnan hevði ilt við at kappast við útlendskar fyritøkur.
– Hetta var um tað mundið, tá vit fingu eina fríhandilsavtalu við ES. Frammanundan hevði vinnan tollmúrar og ymsar stuðulsskipanir, men tá fríhandilsavtalan kom í gildi, og, verjugarðar og stuðulsskipanir fullu, varð samstundis farið yvir til skipanina við meirvirðisgjaldi, og alt hetta gav vinnuni nógv størri avbjóðingar í kappingarhøpi. Vit vildu gera vart við, at tað hevði stóran týdning, at vinnan hevði góðar karmar at virka undir, og millum annað góvu vit út ein lítlan bókling um, hvat kundi gerast betri, sigur arbeiðsgevaraformaðurin.

Nógv fleiri sáttmálar
– Eitt nú vístu vit á okkara orkuprísir, ið vóru munandi hægri enn teir, okkara útlendsku kappingarneytarnir høvdu at dragast við, tí í nógvum førum er talan um orkutungar fyritøkur, ið virka í føroysku vinnuni. Eg haldi eisini, at hetta gav nøkur úrslit og førdi til eitt betri forstáilsi, og síðani er virkisøkið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag bara vaksið við árunum, sigur hann.
Ein ítøkiligur munur er júst fakfelagsparturin, tí meðan felagið fyrr hevði einar fimm til seks sáttmálar, eru í dag 39 ymiskir sáttmálar inni í myndini. Harumframt heldur Bergur, at tað hevur broytt tingini nógv til tað betra, at Vinnuhúsið er komið, tí tað hevur givið teimum nógvu og ymsu feløgunum hjá arbeiðsgevarum á føroyska marknaðinum munandi betri karmar at virka undir, tí tey hava eina felags umsiting, ið lættir um á so nógvum økjum.
– Í dag er tað soleiðis, at vinnupolitikkurin er øgiliga aktuellur her í húsinum, tí vit fáa næstan dagliga lógaruppskot til hoyringar. Hetta er nakað, ið fyllir rættiliga nógv og tekur nógva tíð, men vit hava sett okkum fyri, at vit skulu royna at svara og viðmerkja, tá vit halda, at vit skulu hava eina meining. Ella fyri at siga tað upp á ein annan máta, so svara vit, tá vit verða spurd, sigur Bergur Poulsen.
– Av tí sama verður tað ofta eisini til, at tað eru nokk so nógvir fundir við ymsar nevndir hjá løgtinginum, bæði fíggjarnevnd, vinnunevnd og aðrar við. Tað kann snúgva seg um bæði lógir, lógarbroytingar, avgjøld og annað. Vit hava fleiri bransjufeløg, sum eisini húsast í Vinnuhúsinum, og tey taka sær so av sínum seráhugamálum, so gevur tað seg sjálvt, at tað politiska fyllir nógv. Og hinvegin, so ivist eg heldur ikki í, at politiska landslagið eisini sær ein fyrimun í, at tað hevur eitt stað at venda sær til, tá umræður at lodda vinnupolitiska pulsin.

Útlendsk arbeiðsmegi
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur spakuliga tosa seg heitan, og tá hann verður spurdur, hvørjar eru størstu og mest átroðkandi avbjóðingarnar hjá føroyska vinnulívinum, sæst týðiliga á honum, at hann er í rætta essinum og á heimavølli. Tað gevast nóg illa stundir til at smakka sær á kaffimunnin, ið stendur á borðinum.
– Føroyska vinnan hevur altíð nógvar avbjóðingar, og soleiðis hevur tað eisini verið øll hesi árini. Eitt, sum altíð kemur upp at venda, er kappingarførið, sum er eitt »evigt og aktuelt evni« hjá vinnuni í øllum londum. Vit royna so at fáa eitt størri forstáilsi fyri, hvussu umráðandi tað er hjá okkara vinnulívi at hava neyðuga kappingarførið, og tað sama gera tey sjálvandi aðrastaðni, sigur Bergur Poulsen.
– Í hesum sambandi er ein stór avbjóðing í dag, at vit megna at fáa kvalifiseraða arbeiðsmegi, tí vit síggja dagliga, at tað kanska serliga eru handverkarar av ymsum slag, sum verða drignir at arbeiða aðrastaðni, har umstøður og lønir eru meira lokkandi.
Bergur vísir á, at Føroyar eru eitt lítið land, og tí skal so lítið til, at tað merkist væl, at kanska einir 2.000 herbúgvandi handverkarar og sjófólk arbeiða aðrastaðni. Hann sigur, at hetta merkir ikki bara, at hesi draga valuta til landið, men so sanniliga eisini avbjóðingar.
– Vit fáa fleiri uppsjóvarvirki, samstundis sum vit síggja, at flakavinnan koyrir ótrúliga tungt í løtuni, tí ov lítil fiskur kemur upp á land. Skuldu tingini broytt seg, so flakavinnan aftur tók dik á seg, vildi tað verið ein stór avbjóðing at fingið arbeiðsfólk. Somuleiðis hevur handverksvinnan stórar avbjóðingar við at fáa starvsfólk við røttu førleikunum. Tí er tað so umráðandi, at vit fáa eina fleksibla skipan, so tað skal bera til at fáa útlendsk arbeiðsfólk higar at arbeiða, tá vit hava brúk fyri tí, sigur hann.
– Men skil skal vera í, so tey verða viðfarin ordiliga og hava tað gott. Tað stutta av tí langa er, at vit skulu brúka tey, tá vit hava brúk fyri teimum, og so kunnu tey fara avstað aftur, tá vit ikki hava brúk fyri teimum meira. Hetta er eitt mál, vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag hava brúkt ótrúliga nógva tíð uppá, bæði í samskifti við politikarar og við fakfeløg.

Atgongd til marknaðir
Ein onnur stór avbjóðing hjá føroysku vinnuni er marknaðaratgongdin, og Bergur Poulsen vísir á, at tað er ein hin størsta og mest aktuella avbjóðingin júst nú.
– Veruleikin er tann, at tað eru serliga tvær vinnur, sum halda samfelagnum uppi í løtuni, og tað eru alivinnan og uppsjóvarvinnan. Men hóast hetta eru tær báðar størstu og sterkastu vinnurnar júst nú, hava tær eisini sítt at dragast við, sum ger, at alneyðugt er við miðvísum politiskum arbeiði, tí avbjóðingarnar hjá hesum vinnum ofta eru av slíkum slagi, at alt ikki liggur í teirra egnu hondum, sigur arbeiðsgevaraformaðurin.
– Taka vit uppsjóvarvinnuna, so er hon í stóran mun útihýst úr Russlandi og púrasta útihýst úr ES, samstundis sum Nigeria, sum hevur verið ein stórur marknaður hjá hesi vinnu, hevur ætlanir um at lukka niður í so stóran mun, at teir í 2014 bara loyva einum triðingi av uppsjóvarvøru at koma inn í landið, sammett við 2013.
Bergur vísir á, at meðan kanska serliga hetta síðsta er av slíkum slag, at vit ikki fáa gjørt tað stóra við tað, hongur ein stórur partur av trupulleikanum við marknaðaratgongdini saman við stríðnum um makrelin. Hann vísir á, at meðan Russland kanska er eitt sindur meira óforútsigiligt, hevur tað sera stóran og avgerandi týdning, at Føroyar fáa gjørt eina semju við ES um makrelin.
– Ein annar marknaður, ið keypir nógvan uppsjóvarfisk, er Turkaland, har vit rinda nógvan toll, men har Norra og Ísland, umvegis EBS, hava fríhandilsavtalu, so tað kundi eisini verið ein avbjóðing, at vit royndu at koma inn á tann marknaðin, tí talan er um eitt stórt land við nógvum fólki, so har eru nógvir munnar at metta, sigur hann.
Hinvegin vísir Bergur á, at ES ikki er nakar trupulleiki fyri Føroyar, tá talan er um alifiskin, tí í løtuni hava vit góða atgongd til ES-marknaðin.
– Ein annars stórur marknaður fyri bæði laks og uppsjóvarfisk, ið sær sera spennandi út, er tann kinesiski, har vit tó skulu rinda toll fyri at sleppa inn, sigur Bergur og vísir á, at tað er altumráðandi, at Føroyar hava somu handils- og veterineravtalur við marknaðirnar, sum okkara kappingarneytar hava.

Orka og tilfeingi
Sum áðurnevnt, er ein stórur og týðandi partur av føroysku vinnuni eisini rættiliga orkutungur, og har er tað serliga prísurin fyri streymin, ið kann darva, tí hann er so høgur – ikki minst samanborið við tann lægra streymprísin, flestu av kappingarneytunum í øðrum londum hava.
– Tað er ein afturvendandi trupulleiki, sum ofta verður vendur á fundum hjá okkum. Og akkurát nú er støðan á økinum kanska uppaftur ógreiðari, enn hon so ofta hevur verið, tí samstundis sum nógv verður tosað um grøna og umhvørvisvinarliga orku, er líkt til, at oljuprísirnir falla, sigur Bergur Poulsen, ið umrøður júst henda spurningin sum eina tvístøðu, vinnan stúrir fyri.
– At oljan verður bíligari, átti at givið bíligari streym, men samstundis vita vit jú, at hjá SEV standa stórar og dýrar útbyggingar fyri framman, sum kanska fara at kosta hálvaaðru milliard. Vit stúra í hesum sambandi eitt sindur fyri, hvat fer at henda við streymprísinum, tí hóast útbyggingarnar í longdini eiga at geva bíligari streym, eri eg bangin fyri, at streymurin fer at verða munandi dýrari, nú stóru íløgurnar hjá SEV skulu gerast.
Umframt at stórar útreiðslur, sum vinnan longu nú hevur, verða vendar á fundum millum føroysku arbeiðsgevararnar, verður eisini tosað nógv um aðrar útreiðslur, ið kunnu koma aftur at teimum, vinnan longu hevur.
– Her hugsi eg um avgjøld á vinnuna, sum nógv hevur verið at hoyrt um seinnu árini. At tosað verður um, at bæði alivinnan og fiskivinnan skulu rinda avgjald fyri náttúrutilfeingi, ger vinnuna ótrygga, tí tað er ikki nóg greitt, hvat ætlanin í veruleikanum er, sigur Bergur.
– Arbeiðsgevarafelagið hevur forstáilsi fyri, at vinnan skal rinda eitt ávíst gjald fyri at sleppa at troyta eitt tilfeingi, sum alt Føroya fólk eigur. Men samstundis er umráðandi, at hesi sokallaðu tilfeingisgjøldini eru rímilig og forútsigilig, so tey ikki bara eru við til at avskepla fortreytirnar hjá vinnuni. Hetta kann skjótt gerast ein endaleys skrúva, og tá ivist eg í, um tað gagnar nøkrum í síðsta enda.

Ørkymlandi signal
Í hesum sambandi kemur Bergur Poulsen inná, hvussu stóran týdning tað hevur fyri vinnuna, at hon veit, hvør politiski viljin er, og at politikarar ansa betur eftir, at teir ikki senda ymisk signal út.
– Vit lurta alla tíðina eftir, hvat politikararnir vilja, men tað er ikki sørt ørkymlandi, at útmeldingarnar eru so ymiskar, at vinnan ikki veit, hvussu hon skal skipa seg og leggja sítt virksemi til rættis. Tað ber ikki til, at vinnan ikki skal vita, hvar hon er um eitt, tvey, fimm ella tíggju ár, sigur hann.
– Politikararnir skulu bara vita, at vit í vinnuni lurta væl eftir, hvat teir siga, men at tað so sanniliga eisini er ørkymlandi, tá útmeldingarnar kunnu peika allar møguligar vegir. Men hetta kanska standast av, politikarar hugsa í nógv styttri tíðarbilum enn vinnulívsfólk, ið heldur arbeiða við langtíðarætlanum.
Í hesum sambandi vísir arbeiðsgevaraformaðurin eisini á, at hesi villleiðandi signalini frá politikarunum eru við til at gera, at Føroyar verða minni áhugaverdar í íløguhøpi, tí tey, sum vilja gera íløgur í føroyskt vinnulív, brýggja seg ikki um at gera tað, um viðurskiftini ikki eru støðug.
– Eg vil siga, at eg haldi hetta við teimum ógreiðu signalunum vera verri nú, enn tað hevur verið fyrr. Vit hava eitt so høgt skattatrýst, at har er ikki meira at heinta, og heldur ikki hava politikarar dirvi til at fremja fleiri sparingar, og tá teir so mangla pengar til tann óendaliga tørvin hjá landskassanum, er ofta lættast hjá teimum bara at fara til vinnuna eftir pengum, sigur Bergur.
– Trupulleikin er bara, at tað gongur út yvir bæði kappingarføri og íløguhug, so politikararnir mugu veruliga ansa eftir, hvussu fast teir tátta skrúvuna. Nú er tað so tilfeingisgjaldið, sum er nógv frammi, og tá vinnan hevur víst eitt forstáilsi á tí økinum, er so sanniliga eisini umráðandi, at politikararnir vísa hógv.
Tíðin er við at vera farin og samrøðan er farin at halla, og áðrenn síðstu droparnir verða tømdir úr kaffikrússinum, kemur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag við eini allarseinastu áminning til politikararnar, at teir noyðast at hava í huga, at tað altso verður lurtað eftir øllum, teir siga – eisini tí, ið ikki er so væl umhugsað:
– Tú skalt minnast til, at vinnan hevur eisini íleggjarar aðrastaðni, og teir frætta eisini, hvat rørist her, so tí kundu vit ynskt okkum eitt sindur skilabetri tónar, sum vinnan kann taka í álvara, sigur Bergur Poulsen.