Flogfarið fekk av einihvørjari orsøk ikki steðgað, og endaði uttanfyri vøllin, har eldur kom í tað.
Umborð á flogfarinum vóru 16 ferðafólk, og sum skilst hava trý teirra latið lív í vanlukkuni.
Talan er um eitt flogfar hjá Atlantsflog, sum flýgur fólk sum arbeiða fyri Aker Stord, og sum er í rutu til Ormen Lange uttan fyri Molde.
Roykur
Fyrstu boðini um flogvanlukkuna komu longu kl. 6:35 í morgun. Tá varð sagt, at eitt flogfar var farið út av breytini á flogvøllinum.
Seinni vórðu tíðindini váttað, - at eitt flogfar hjá Atlantsflogi var farið útav breytini og at roykur sást hagani.
- Flogfarið er farið beint í jørðina, segði eitt starvsfólk á flogvøllinum beint eftir hendingina.
Viðkomandi legði aftrat, at alt var kaos beint tá, og at roynt var at fáa eitt yvirlit yvir hvat var farið fram.
Flogfarið var á veg frá Sola til Stord, tá vanlukkan hendi.
Sum skilst kom eldur í flogfarið beinanvegin. Sløkkilið og onnur komu skjótt til flogfarið og byrjaðu at sløkkja og fáa fólk út úr tí brennandi flogfarinum.
Tað sá øgiligt út ta fyrstu tíðina, og hálvan annan tíma seinni logaði framvegis í flogfarinum.
- Ta einu løtuna sá eg bara velið. Restin var bara roykur og eldslogar, greiddi eitt eygnavitni frá.
Øgiligur brestur
Ein teirra sum var eygnavitni til hendingina var 21 ára gamli Lars Morten Nesse.
Hann býr í Foldrøyhamn sum liggur beint hinumegin sundið har flogvøllurin í Stord liggur.
Hann sá allan tilburðin:
- Fyrst hoyrdu vit ein øgiligan brest. Tað var umleið kl. 7:15 ella 7:20. Nú er nógvur eldur at síggja.
- Fyri lítlari løtu síðani hoyrdi eg tveir ógvusligar brestir, segði hann við VG Nett, fáar minuttur eftir vanlukkuna.
Hann kundi beint tá síggja ein sløkkiliðsbil og tveir sjúkrabilar standa á flogvøllinum.
Eldur
Eitt annað eygnavitni Anne Bærøy sum býr í Siggjarvåg hinumegin fjørðin við flogvøllin hoyrdi eitt løgið ljóð og leyp beinanvegin yvir móti vindeyganum.
- Tá sá eg at eldur var í, sigur hon við bt.no.
Og norska tíðindastovan NTB hevði fatur á einum manni, sum við stjørnukikara fylgdi dramainum á flogvøllinum.
Hann greiddi frá einum eksplosjónseldi við ógvusligum eldslogum.
- Tað var ein øgiligur brestur, og so sóust logarnir beinanvegin. Tað vóru sera stórir eldslogar, sum fóru einar 50 metrar upp í loft.
- Logarnir eru teir størstu, sum eg nakrantíð havi sæð, segði Frode Pletten við NTB.