Ógvuliga vónbrotin av Løgmanni

Felagið Sinnisbati hevur hvørki hoyrt orð ella eið aftur frá Løgmanni, síðani tey skrivaðu til hann fyri fimm vikum síðani

Almennar uppsagnir

? Hetta halda vit ógvuliga lítið um.
Í felagnum Sinnisbata eru tey ógvuliga vónsvikin av Løgmanni.
Tað eru nú fimm vikur síðani at tey so staðiliga heittu á Løgmann um at kanna eftir, hví fleiri leiðarar í heimarøktini brádliga søgdu upp ísenn.
? Men síðani hava vit hvørki hoyrt orð ella aftur frá Løgmanni, sigur Margretha Poulsen, virkandi formaður í Sinnisbata.
Tey hava ikki so frægt sum fingið eina váttan frá Løgmanni um at hann hevur fingið brævið frá Sinnisbata yvirhøvur og enn minni um hann ætlar at viðgera tað yvirhøvur og nær, tey kunnu vænta eina niðurstøðu.
Margretha Poulsen heldur ógvuliga lítið um hesa viðgerðina, sum tey fáa frá Løgmanni. Hon heldur, at tað minsta átti at verið, at tey fingu eina váttan frá Løgmanni um at hann hevði fingið brævið og hvat hann ætlaði at gera við tað.

Rakar tey sinnisveiku
Tað var fyrr í árinum at tríggir leiðarar í heimarøktini brádliga søgdu upp í senn og seinni er upplýst, at eisini ein fjórði leiðarin hevur sagt upp.
Ein av teimum, sum hevur sagt upp, var Hilda Viderø, sum varð sett at samskipa sálarsjúkuøkið.
? Sinnisbati er eitt felag, sum varar av teimum sinnisveiku. Og orsøkin til, at vit staðiliga heittu á løgmann um at kanna orsøkina til uppsagnirnar, er, at bæði beinleiðis og óbeinleiðis verða tey sinnisveiku rakt av hesum, sigur virkandi formaðurin í Sinnisbata.
? Við uppsøgnini hjá samskiparanum verður tað, ið er arbeitt upp á sálarsjúkuøkinum, bumbað langt aftur í tíðina, tí ein nýggjur leiðari skal aftur byrja av nýggjum.
Margretha Poulsen sigur, at nú Hilda Viderø varð sett í starv, høvdu tey sett vónir til batar í viðurskiftunum hjá teimum sinnisveiku.
Eitt nú var hennara uppgáva at útvega sálarliga sjúkum bústaðir og hesa stuttu tíðina, hon sat í starvinum, hevur hon skundað undir arbeiðið at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisveiku.
? At leiðari varð settur at samskipað sálarsjúkuøkið, var eitt hjartamál hjá Sinnisbata og tí meta tey tað sum eitt álvarsligt bakkast, at Hilda Viderø segði upp aftur at kalla beinanvegin.
Somuleiðis sigur hon eisini, at tey vóru nøgd við Jákup Foldbo sum leiðara á heimarøktini, tí hann setti eitt og annað í gongd.
Nú er alt, sum tey bæði hava sett skjøtil á, steðgað.
Men Margretha Poulsen leggur dent á, at hetta er eitt so mikið álvarsligt mál fyri Sinnisbata, at tey ætla ikki at sleppa málinum, men fara at fylgja tí upp.
Sostatt ætla tey at venda sær til Løgmann einaferð afturat fyri at vita, hvat hann ætlar at gera við málið.
Hjálpir tað onki, umhugsa tey, hvørji onnur stig kunnu takast fyri at fáa lýst viðurskiftini, men hvat tað kann vera, vita tey ikki enn.

Hugmóð
Felagið heldur, at samskipaðar hópuppsagnir, sum talan er um í hesum føri, boða frá, at alt ruggar ikki rætt á økinum.
? Tað hevur verið sagt, at vit búgva í einum fríum landi og at tað er rætturin hjá einum og hvørjum at siga seg úr einum starvi. Samstundis hevur landsstýrimaðurin í almannamálum , Páll á Reynatúgvu, sagt okkurt um, at hann kann ikki gera við, at fólk ikki vilja arbeiða í heimarøktini.
? Hetta er hugmóð, staðfestir Margretha Poulsen. Ongin søkir eitt starv, sum ikki er áhugaður í tí. Og Hilda Viderø hevur ikki havt starvið í meiri enn eitt gott hálvt ár, nú hon segði seg upp.
Jákup Foldbo hevur sitið í eini trý ár. Og tá ið leiðarar siga upp so skjótt, er tað tekin um, at álvarligir trupuleikar eru og tað eiga vit at fáa fulla greiði á, sigur hon.
? Tí hava vit staðiliga heitt á løgmann um at kanna, hví hesi fólkini hava sagt upp. Samstundis hava vit heitt á hann um at bera so í bandi, at størvini ikki verða sett aftur, fyrrenn trupulleikarnir, sum førdu til uppsagnirnar, eru loystir, sigur hon.
Tey halda, at er ikki full greiða fingin á trupulleikanum, tá ið størvini verða sett aftur, fara trupulleikarnir bara at vísa seg aftur og tí halda tey, at tað er umráðandi, at málið verður kannað út í æsir.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni, áðrenn blaðið fór til prentingar.